ODDAGREIN: Gerðir heldur enn orð

Tað er við eini margháttligari kenslu, at lurt­­að verð­ur eftir politikarum, sum tosa um trupulleikan við fólk­um – ser­liga kon­u­fólk­um, sum flyta av land­i­num og ikki koma aft­ur. Ser­liga ør­kymlandi er tað at hoyra pol­it­ikarar við ábyrgd tosa um hetta fyr­i­brigd­ið, sum vit eiga at kanna, tí vit vita ikki alt.

Hví vita løgtingsfólk ikki, hvør trup­ul­leikin er? Hví kennir løg­mað­ur ikki trupulleikan? Hann sigur seg hava á­byrgdina av, at fólkatalið mink­ar, eins og hann sigur seg hava á­byrgdina av, at fólkatalið í 2009 var met­høgt...
Tá tosað verður um orsøkir til, at fólk velja at búseast í Danmark held­ur enn í Føroyum, so verður ofta víst til kannignina hjá Norð­ur­atl­ants­bólk­i­num.

Men álvaratos. Kanningin hjá Norð­ur­at­lants­bólkinum varð latin úr hond­um­ í 2008. Síðani tá hava sitið tveir løgmenn, trý landsstýri og fýra mentamálaráðharrar - og fram­vegis er einki frægari boð, tá tos­að verður um fráflyting, enn henda kanningin hjá einum and­støð­u­bólki á fólkatingi - uttan at seta nak­að niður á dygdina á hesi kann­ing, tvørturímóti. Men hetta sig­ur eitt sindur um, hvussu stóra til­vitan trupulleikin hevur í okkara heim­ligu politisku skipan.

Tað er eitt faktum, at um 150 fólk, sum fara niður til Danmarkar at lesa - hvørt ár - ikki koma heim­a­ftur. Bara tíðina meðan Kaj Leo Jo­hann­e­sen hevur verið løgmaður er talan um 600 fólk, sum eru farin í lestr­ar­ør­i­ndum, men sum ikki eru kom­in aftur. Síðani aldaskiftið er talan um 1.800 fólk.

Nettofráflytingin seinasta árið var 380 fólk! Bara hesin løgmaðurin hev­ur sitið, hava eini 1.200-1.300 fólk fleiri valt at flyta av landinum enn til land­ið. Altso ein nettofráflyting upp á 1.300 fólk.

Kreppa ella ikki kreppa. Slík tøl bera boð um eina poltiska skip­an, sum ikki tekur hendan sera álv­ar­sama trupulleika í álvara, og sum ikki stimbrar undar at fáa fólk at trúgva upp á framtíðina í hesum landi.
Vit mugu fáa ítøkilig boð uppá, hvussu politikararnir vilja raðfesta til tess at broyta hesa gongd, heldur enn at renna sum hundur um heit­an greyt og skúgva trupulleikan und­an sær.
Vit hava brúk fyri, at øll tann pol­i­tiska skipanin tekur saman lógv­a­tak um at loysa hendan størsta sam­fel­ags­liga trupulleikan.

Líka so lítið sum tað nyttar at seta sær sum politiskt mál at fáa bú­skap­ar­vøkst­ur er boðskapurin um fólka­vøkst­ur. Øll vita, at sjálvandi skulu vit hava búskaparvøkstur og fólka­vøkstur. Politiska uppgávan er at siga, hvussu vit náa endamálinum – ikki bara at tosa um trupulleikan, men at gera nak­að ver­u­ligt fyri at loysa hann.