Tað, sum er farið og framvegis fer fram í Darfur, er einki annað enn beinleiðis fólkamorð, genocide. Stjórnin fremur etniska reinskan á sama hátt, sum heimurin sá tað undir nazismuni, stalinismuni og á Balkan. Vit kundu lagt afturat, at tað sum teir europæisku landnámsmenninir gjørdu í Norður- og suðurameriku á mangan hátt tíverri eisini minnir um fólkamorð. Sama kann við ávísum rætti verða sagt um afrikanska trælahandilin í 16-1800 talinum, har milliónir av afrikanarum vórðu rændir og fluttir til Afarika, har tey vórðu seld sum trælir á uppboðsølum víða hvar.
Hvat er tað, sum heilt ítøkiliga hendir í Darfur? Tað hendir hetta, at ein milits, ið nevnist Janjaweed við stuðli frá landsstjórinin i í Karthoum herjar allan landspartin við báli og brandi. Lopið verður á bygdir, hús og smáttur verða brend, kvinnur verða neyðtiknar, børn og menn verða dripin. Tey, sum ikki doyggja av yvirgangsvirksemi Janjaweeds doyggja í hunri, tí tað er vorðið at kalla ógjørligt at dyrka jørðina og at hava kríatúr orsakað av stríðshendingunum. 10.000 fólk doyggja í hungri um mánaðin. Tey flestu teirra børn!
ST og Afrikanska samgongan hava higartil roynt at fáa skapt frið millum partarnar og at veita neyðhjálp. Men hesi tiltøk hava bert verið viðfáningar. Tiltøkini hava so at siga ikki gjørt mun. Heimurin hevur sum so mangan, tá talan er um Afrika, vent blinda eyga til teir ræðuleikar, sum fara fram í landspartinum Darfur. Hví hetta artgerðarloysið og hví henda líkasæla? Tað hevur nakað at gera við, at Darfur hevur ongan politiskan týdning. Hartil kemur, at vesturheimuirn ikki hevur nakran serstakan hug at leggja seg meira út við muslimska heimin, enn longu er gjørt. Skal eina munagóð humaniter hjálparskipan setast í verk í Darfur, so krevur hetta eina sterka hernaðarliga medvirkan til tess at verja hjálparfólkini. Hesa hernaðarligu uppgávu vil eingin átaka sær. Her er eitt eiti av eini herdeild frá Afrikansku samgonguni, sum als ongar heimildir hevur. ST stendur máttleyst, tí eingin tykist at hava áhuga fyri at hjálpa fólkinum í Darfur. Nøkur heilt fá lond t.d. Noreg hava hoyrt neyðarrópini úr Darfur og hava roynt at rópa heimin upp, men alt til fánýtis. Heimurin vendir neyðarrópunum deyva oyrað og heimurin vendir neyðini hitt blinda eyga. Hvussu leingi skal hesin sorgarleikur halda fram, mugu vit spyrja eftir sendingina mánakvældið i SvF?
Sosialurin