Fólk eru á ymiskum máli um hvørt menningarhjálp skal latast, má tí tað eru bólkar í føroyska samfelagnum, sum ikki fáa ta hjálp teimum tørva. Tá tað er sagt, so krevst hóast alt, at vit seta tingini í perspektiv. Eingin í Føroyum doyr í hungri, eingin er í akuttum vanda fyri at fella fyri eini kolerafarstótt, og ikki ganga túsundtals børn foreldraleys vegna kríggj og sjúku. Hóast tað eru vanlukkuligar lagnur í Føroyum, so vilja tær uttan mun til hvussu greflig dømi eru, fána burtur í mun til hvat meginparturin av heimsins íbúgvum má draga seg ígjøgnum dagliga. Tí er tað ein sjálvfylgja,at vit skulu lata eina upphædd í menningarhjálp, sum í minsta lagi svarar til upphæddina, ið grannalondini lata. Men tað skal ikki forða fyri, at vit taka hond um heimligar trupulleikar eisini.
Eitt er so upphæddin til menningarhjálp. Eitt annað er mátin. Danir hava í áravís havt DANIDA. Hetta er menningarhjálp har danskar og eisini føroyskar fyritøkur eru farnar út í heim at gera arbeiði fyri danskar pengar. Hetta hevur m.a. givið føroyskum fyritøkum møguleika at arbeiða uppá ferju í Afrika og hevur eisini givið føroyskum einstaklingum møguleikan at brúka sína vitan og sín førleika í hesum hjálparbeiði.
Veljast kann sjálvsagt bara at lata eina upphædd til altjóða felagsskap, sum so letur hana víðari. Hetta er ivaleyst skilagott, tá talan er um bráfengishjálp, sum vit sóu tað í sambandi við ræðuligu flóðalduna í Suðureysturasia herfyri. Tá talan er um ta menningarhjálpina, sum vit ætla at lata á hvørjum ári, tá er spurningurin, um vit ikki áttu at umhugsað eina DANIDA-líknandi skipan, har føroyskar fyritøkur fara fyri landsins rokning út at umvæla skip, byggja skúlar, barnaheim ella hvat tað kann vera. Tað er eitt sindur niðurlátandi, um føroyingar hugsa, at alt bara gongur ein veg sum ein olmussa til fátæk lond. Gamaní er talan um eina hjálp frá einum í heimshøpi ríkum landi til menningarland, men sum DANIDA hevur víst, so kann eisini ómetaliga nógv fáast burtur úr báðar vegir. Menningarlond eru eisini potentiell samhandilslond og útflyta stórar nøgdir av rávøru til ídnaðarlondini og kunnu eisini hjálpa føroyskari vinnu til at gerast meira útatvent, og eingin ivi er um, at vit kunnu læra nógv av at samstarva og vónandi eisini í framtíðini samhandla meira við menningarlond.
Hetta er ikki minst aktuelt í hesum tíðum, har ES stuðlar egnum landbúnaði og harvið undirminerar allan tann traditionella útflutningin hjá nógvum menningarlondum. Umráðandi er at vit byrja rætt og brúka so lítið av peningi sum møguligt til óneyðuga umsiting. Umsitingarkostnaðurin skal altíð kunna standa mát við upphæddina, ið latin verður. Gott at skjøtil nú verður settur á og spennandi verður at síggja, hvussu Føroyar koma at skipa sína menningarhjálp.
Sosialurin