ODDAGREIN: Sambandi í andaleypi...?

Tað eru ikki bara eygleiðarar og pol­it­isk mót­støð­u­fólk hjá Kaj Leo Jo­hann­e­sen, sum hava stað­fest, at Kaj Leo Jo­hanne­sen sum for­mað­ur Sam­bands­floks­ins hev­ur snar­að harð­liga til høgru. Hann hev­ur sjálv­ur sagt tað, og tað legði hann eisini dent á val­kvøld­ið, at Sam­bands­flokk­ur­in var ein borg­ar­lig­ur flokk­ur á høgraveinginum.

Í blaðnum í dag loysir Edmund Jo­en­sen, fyrr­ver­andi for­mað­ur Sam­­bands­floks­ins og fyrr­ver­andi løg­tings- og løg­mað­ur, frá posa­band­i­num: Hann sig­ur, at Sam­bands­flok­k­ur­in hev­ur flutt seg og er mun­andi broytt­ur. Hann sigur, at fat­an­in er, at Sam­bands­flokk­ur­in hev­ur for­sømt ein søgu­lig­an møgu­leika at seta dagsskrá fyri Føroyar.

Edmund Joensen vísir við dømi á, hvussu tú kanst lata tær søg­u­lig­ar møgu­leik­ar gleppa av hond­um: Hann vís­ir á møg­u­leik­an, sum Tjóð­veld­is­flokk­ur­in hevði í 2000 til at koll­velta støðu Før­oya í rík­i­num við at taka loysing. Men flokk­ur­in mis­nýtti møg­u­leik­an – tí hann gjørdi ta­ð mis­tak, sam­bært Ed­mundi Jo­en­sen, at nokta Javn­að­ar­flokk­i­num at vera við.

Síðani vísir hann á, at Sam­bands­flokk­ur­in, sum størsti flokkur á løg­tings­val­i­num sein­ast, sam­an við Javn­að­ar­flokk­i­num, fekk 42,5 pro­sent. Á fólka­tings­val­i­num beint framm­an­und­an fingu teir 51,8 pro­sent. Ed­mund Jo­en­sen sig­ur, at við stuðli frá smærri flokk­um kundu hesi flokkar rikið »rættan sos­i­al­libe­r­al­an pol­i­tikk í góð­um sam­starvi í rík­is­fel­ags­skap­i­num«. Hann vís­ir eis­ini á breiðu semj­una um fiskivinu- og vinnu­pol­i­tikk, sum tá hevði hild­ið, og at veru­ligi­r sam­fel­ags­re­form­ar høvdu verið framdir.

Tað er áhugavert, at ein so sen­tral­ur per­són­ur í Sambandsflokkinum sum Ed­mund Jo­en­sen stað­festir, a­t flokk­urin hev­ur for­sømt møg­u­leik­an hesa­ferð. Hann kallar sam­gong­una hjá Kaj Leo Johannsen fyri eina víð­gongda høgra-li­be­r­al­ist­iska sam­gongu. Hann kallar flat­skatta­lætt­an a­sos­i­al­an, sum et­ur av pen­sjóns­upp­spar­ing hjá før­oy­ingu­m. Hann sig­ur, at fisk­i­rætt­indi verða til­vild­arl­iga um­sit­in, at enn er eing­in dag­før­ing av rík­is­veit­ing­ini, og at eing­ir ver­u­­li­g­­ir re­for­m­­ar hóm­­ast.

Sum eyg­leið­ar­ar kunnu vit eis­­ini stað­festa, at hev­ur Sam­­bands­­flokk­ur­in spælt kortini illa, so hev­ur Fólk­a­flokk­ur­in spælt síni kort væl. Sera væl. Ser­liga Jørg­en Nicl­a­sen, sum var so hart kroyst­ur fyri val­ið. Hann hev­ur megn­að tað, sum eing­in ann­ar fólka­floks­leið­ari hev­ur megn­að, at fáa fría at­gongd til meir­i­lut­an á Før­oy­a Løg­tingi. Hann hev­ur longu nátt størri mál­um, enn menn sum Jó­ann­es Pat­urs­son og Thor­stein Pet­er­sen, sum megn­aðu at vinna Fólka­­flokk­­­i­num ein sess frá rein­um meir­i­luta á val­u­num í 1943 og 1945. Jørg­en hev­ur vunn­ið sær all­an Sam­bands­flokk­in og Jen­is og Kára sum at­kvøðuneyt.