Tað var tann 18. mars, at Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi sendi út tíðindaskriv um, at Thorvald Stoltenberg skuldi vera formaður í bólkinum, sum skuldi kanna hernaðarmálið. Tann 6. apríl kundi Sosialurin avdúka, at Thorvald Stoltenberg stutt eftir hevði tikið seg úr bólkinum. Í kjalarvørrinum á hesum spurdu vit fólkatingsmannin hjá Tjóðveldisflokkinum, hví hann ikki eisini hevði borið føroysku fjølmiðlunum hesi tíðindi. Hann segði, at talan var um eitt mistak.
Burtur úr hesum práti við fólkatingsmannin fingu vit so allar konspiratiónsteoriirnar hjá honum um, at »danska uttanríkisráðið gjøgnum donsku sendistovuna í Oslo hevur lagt trýst á Thorvald Stoltenberg um at taka seg úr bólkinum«, og »at Javnaðarflokkurin í Føroyum kanska eisini var innblandaður«.
Tá hesi tíðindi verða avsannað ávikavist úr uttanríkisráðnum og frá Javnaðarflokkinum, hevði hetta sjálvsagt almennan áhuga.
Í Dimmalætting leygardagin kemur fólkatingsmaður Tjóðveldisfloksins við einum av sínum vælkendu álopum á Sosialin, soleiðis sum vit eisini upplivdu tað, tá hann kallaði Anfinn Kallsberg, løgmann, fyri »danskan leigusvein«, ella tá hann sum landsstýrismaður tveitti danskan lærara á dyr í Mentamálastýrinum. Fyrru ferðina varð Tórbjørn Jacobsen alment avdúkaður fyri at lúgva, tá hann skuldsetti Sosialin fyri at hava uppfunnið søguna. Seinnu ferðina mátti hann leggja frá sær sum landsstýrismaður.
Í brævi til fjølmiðlarnar í dag rør fólkatingsmaðurin uppundir, at Sosialurin skal hava brotið eina avtalu um, at hann skuldi sleppa at góðkenna greinina, sum stóð í blaðnum fríggjadagin. Blaðmaðurin játtaði honum ? sjálvandi ? at hann skuldi sleppa at lesa greinina, og hann fekk samstundis at vita, at hann kundi rætta faktuellar feilir. Tað er ikki uppgávan hjá keldunum at redigera greinir. Fólkatingsmaðurin fekk eisini at vita, at evstamark var kl 12.
Tá blaðmaður okkara einki frætti fyri kl 12, var hann í góðari trúgv, og greinin fór í blaðið. Tórbjørn Jacobsen hevur eftir øllum at døma onga viðmerking til skuldsetingarnar móti danska uttanríkisráðnum og Javnaðarflokkinum ? hann nevnir einki um, at Sosialurin ber ósonn tíðindi. Hann sigur bara, at hann ikki vildi hava greinina í blaðið.
Hvat Sosialurin skal biða um umbering fyri, er ilt at skilja. Insinuerar fólkatingsmaðurin, at vit hava funnið upp á orðini um donsku sendistovuna í Oslo og danska uttanríkisráðið? Ella er tað ikki bara søgan sum endurtekur seg, eins og ta ferðina, hann kallaði løgmann danskan leigusvein og ikki var maður fyri at standa við síni orð?
Sosialurin