Oddagrein· Tvinnir eru kostirnir

Tað er ein sera trupul støða, sum landsins hægstu myndugleikar eru komnir í við arbeiðssteðginum. Støðan við sambandinum millum meginøkið og teir partar av landinum, sum ikki eru landfastir, er heilt ótolandi. Sum vit vístu á her fyri tveimum døgum síðan, verður útjaðarin gísli í hvørji einastu ósemju millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Hetta kenst sjálvsagt sum sera órættvíst fyri fólk og fyritøkur í útjaðaranum. Hinvegin duga vit væl at skilja Starvsmannafelagið, tá hetta felag einfalt vísir til, at soleiðis eru nú einaferð treytirnar, al tann tíð, at vit hava grundlógartryggjaðan verkfalsrætt her í landinum. Tað ger ikki støðuna lættari, at tað í roynd og veru er almenni myndugleikin, sum hevur vrakað eitt semingsuppskot. Við hesum liggur ábyrgdin fyri ósemjuni tungt á herum fíggjarmálaráðharrans. Tað er samstundis eitt sindur órættvíst, at Starvsmannafelagið tykist vera vorðið syndabukkurin í hesi telving.

Hetta mál átti ongantíð at verið komið so langt, at arbeiðssteðgurin slapp at standa við fleiri dagar. Partarnir áttu alt fyri eitt at havt sett seg saman aftur við semingsmonnunum. Tað er nakað heilt løgið í hesum, at so skjótt annar parturin hevur vrakað eitt semingsuppskot, ja, so heldur allur dialogur uppat og nervakríggj kemur í staðin fyri samskifti. Hetta er ein primitivur samráðingarháttur, sum hoyrir fortíðini til. Henda støðan reisir eisini spurningin um leiklutin hjá semingsmonnunum. Hví fara teir ikki alt fyri eitt í holt aftur við partarnar, tá eitt semigsuppskot er vrakað? Hvat er hetta fyri ein løgin maktlogikkur, sum sigur, at teir skulu halda seg burtur, til annar parturin ella báðir eru moyrir? Her treingir veruliga til at ruddað verður upp og til ein djúptøkna nútímansgerð av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Við galdandi avoldaðu skipan eru eingir vinnarar  bert taparar uttan mun til endaliga úrslitið annars.

Nú hevur landsstýrið so gjørt av lutvíst at steðga ósemjuni við lóg. Hetta merkir sum kunnugt, at teir starvsmenn, sum sigla við strandferðsluskipunum verða lóggivnir til arbeiðis, so samband aftur verður millum útjaðara og meginøki. Tað er væl skiljandi, at landsstýrið nú hevur mist tolið, tí tað, sum áður nevnt, eru tey somu offrini hvørja ferð og stór samfelagslig virði fara fyri skeyti. Væl skiljandi, men er tað politiskt klókt at leggja uppí ósemjuna við lóg? Og er tað klókt at gera tað á hendan heilt óvanliga hátt? Hevði tað hóast alt ikki verið skilabest at bíðað nakrar dagar afturat? Hevði tað ikki hóast alt verið skilabetri at gjørt semingsuppskotið til lóg og t.d. samstundis latið lógina verið galdandi í tvey ár? So hevði eingin vunnið og heldur eingin veruliga tapt. Tvinnir eru kostirnir í hesum máli  hvørgin er mjúkur. At lata standa til er vandamikið  at leggja uppí er ikki minni vandamikið. Men vit kunnu uttan víðari staðfesta, at samfelagið tolir ikki eina slíka ósemju í longri tíð lika so lítið, sum tað tolir hesar afturvendandi gíslatøkurnar av útjaðaranum. Hinvegin tola demokratisku spælireglurnar ikki ov nógv inntriv av hesum slagi, sum nú er fráboðað, og talan er um eitt sera hættisligt politiskt stig, sum kann fáa ógvusligar avleiðingar. Sostatt er talan um harðar valkostir hjá løgmanni og landsstýrismonnum. Heldur ikki Javnaðarflokkurin tolir ov nógv av hesum slagi av politiskum inntrivum í grundleggjandi demokratisk rættindi. Tað er øðrvísi við hinum báðum samgonguflokkunum  teirra veljarar hava helst eitt lagaligari toleransumark, tá um uppílegging í arbeiðsemjur ræður. Øll munnu innast inni vóna, at partarnir í ellivta tíma lata vit og skil ráða og koma til eina semju.
Sosialurin