...um sluppfiskimenn høvdu sum livibreyð at veiða tosk í týskum sjógvi – og um vit seldu fiskin til Týskland soleiðis, at svangir týskarar fingu mat á borðið, ikki minst í eini krígsstøðu, sum heimurin var komin í um hetta mundið í 1940.
Nei bara eitt hugsað dømið... Vit vilja heldur hoyra søgur um raskar føroyskar sjómenn, sum settu lívið í váða fyri at veita bretska fólkinum mat á borðið undir krígnum ímóti óndu týskarunum.
Tá var kríggj, og eingin okkara helt við týskarunum. Í dag er eisini kríggj, og eingin okkara heldur við russum. Teir eru teir óndu og ljótu og óreinu, eins og Adolf Hitler og týskarar vóru undir krígnum. Tað halda vit nú, tí eingin hevur viðgingið at hava hildið við týskarunum undir krígnum. Men tað gjørdu summi, helst eisini í Føroyum. Men tað tosaði man ikki um aftan á kríggið.
Júst í dag er eitt ár síðani, at vituggið Putin gjørdi innrás í Ukraina. Tað er eitt ár síðani, at hann fór undir at drepa ukrainar frá hond, at drepa børn, kvinnur, gomul fólk, at bumba sjúkrahús og skúlar og púra vanlig heim hjá púra vanligum familjum í Ukraina. Tí hann vil stjala land teirra.
Í Føroyum halda vit okkum tó eitt sindur aftur. Tað tók Løgtinginum eitt heilt ár at játta pengar til neyðhjálp – ja til neyðhjálp til hesi stakkals menniskju.
Fiskivinnusamstarvið við russar má halda fram, tí tað er so týdningarmikið fyri okkum. Ikki so frægt at vit seta russum stólin fyri hurðina og nokta teimum at koma í føroyskar havnir. Nei, skipasmiðjur og heilsølur skulu tjena pengar upp á hesar fittu russarar – og so ikki at forgloyma oljufeløgini, sum við russiskum heimasíðum lokka teir hendavegin at keypa olju.
»Føroyingar eru kendir fyri at hjálpa øðrum«, segði javnaðarmaðurin Bjarni Hammer í sjónvarpinum týskvøldið. Men tað er valla syrgjandi fólkið í Ukraina, sum kennir føroyingar sum hjálpsamar. Tí vit hjálpa heldur russum, tí har eru fleiri pengar at heinta.
Hvørki Várharra ella Jesuspápi halda við Putin, sjálvt um tað gevur summum fleiri pengar í kassan – og átti at givið okkum øllum meira at hugsa um.