Oddagrein· Vit og øll hini

Ein skuldi ikki trúð, at tað bara búgva umleið hálvthundrað túsund fólk her á landi, tá ið vit líta at tí nógva virkseminum, sum er hvørt vikuskifti kring alt landið. Ráðstevnur um alt millum Himmal og Jørð, fundir, skeið, stevnur, festivalar, ja soleiðis kundi verið hildið fram í tað óendaliga. Og juli er einki minni enn ein dampketil í so máta.

Hæddarpunktið er sjálvandi tjóðarhátíðin, ólavsøkan í landsins nalva, Tórshavn. Men upphitingin til tjóðarhátíðina er eisini øgilig. Ein festivalur fyri og annar eftir. Fyri viku síðani savnaðust túsundtals fólk við Múrin í Kirkjubø. Ikki meira enn er tað stóra tiltakið av, so savnast aftur túsundtals fólk til G! í Syðrugøtu.

 

Tá fólk rakna við aftur eftir ein vónandi væleydnaðan G! Festival, so er tað til eina ólavsøku, sum fevnir um so nógv hugflogið røkkur tað veri seg tónleik, ítrótt, spæl og alskyns tiltøk og samverur, og tá ólavsøkan er farin aftur um bak so fara klaksvíkingar at bjóða seg fram við bæði festivali og sjómannadegi.

 

Men fyri at geva øllum hesum fulla styrki og fult fokus, so er tað neyðugt við virknum fjølmiðlum. Og her eru vit í Føroyum eisini so mikið heppin ella ágrýtin, at hóast ein rættiliga lítlan marknað, so eiga vit fleiri livandi og umfevnandi fjølmiðlar. Hesa seinastu tíðina hava miðlarnir hjá Miðlahúsinum saman við Kringvarpinum og eisini hinum stóra blaðnum, Dimmalætting og annars lokalu miðlunum roynt at varpa út og skriva bæði undan og frá sjálvum tiltøkunum. Taka vit onnur lond og aðrar tjóðir á somu stødd sum vit ella entá nógv størri, so fylla hvørki tiltøkini sjálv ella miðlavirksemi nær námind tað sama sum her á klettunum úti í Atlantshavi.

 

Í øllum lívsins viðurskiftum er setningurin hjá okkum øllum at arbeiða við at finna røttu javnvágina. Hetta er eitt nú galdandi fyri arbeiði, vinnu og frítíð og undirhald. Hesa ársins tíðina er, sum omanfyri nevnt, nógv fólkalív og undirhald á skránni, og tað fyllir sum vera man nógv. Avbjóðingin hjá okkum í miðlunum er at vera við, men samtundis ikki at gloyma aðrar týdningarmiklar samfelagsuppgávur. Tá ið vit eftirmeta okkum sjálvi, so halda vit viðhvørt, at vit hava verið beinreikin, og aðrar tíðir halda vit, at vit hava verið minni beinrakin. Hvat, ið størsti denturin verður lagdur á, hevur eisini nakað við árstíðirnar at gera.

 

Nú ólavsøkan stundar til, royna vit í Miðlahúsinum at brynja okkum til tjóðarhátíðina. Seinastu fimm árini, síðani vit fluttu heim í Vágsbotni, hava vit verið væl vitjaður partur av ólavsøkuskránni, og tað vilja vit fegin eisini verða í ár. Umframt at okkara miðlar verða við til at sjónliggera tiltøk og kappingar, so verða dyrnar í Miðlahúsinum eisini opnar. Í lýsing í blaðnum í dag og í ólavsøkublaðnum er fjølbroytta skráin at síggja. Eingin ivi skal vera um, at vit seta prís uppá, at fólk hyggja inn á gólvið fyri at síggja tað, sum vit vísa fram, og eisini til at heilsa uppá og síggja okkara arbeiðspláss.

 

Sosialurin