TB, KÍ og 07 Vestur vunnu øll sínar dystir í 1.deild um vikuskiftið. KÍ skoraði øll málini í seinna hálvleiki, tá teir vunnu 7-0 á NSÍ. Bæði TB og 07 Vestur vunnu sínar heima dystir greitt 4-1. Teir næst bestu hjá EB/Streymi vunnu stórsigur á Víkingi, meðan HB misti eina tvey máls leiðslu ímóti einum væl kempandi AB liðið.
Tvøramenn enn á odda
TB vann 4-1 á FC Hoyvík. Longu eftir 1. hálvleik var alt avgjørt, tí tá var støðan 4-0 til heimaliðið. Tvøramenn løgdu bragdliga fyri, og talan var alla tíðina um avrik, har spælararnir vóru savnaðir fult og heilt um uppgávuna.
Tá ið TB fyri viku síðani hevði vitjan av B68 var tað ikki fyrrenn í síðstu løtu, at tað eydnaðist sigursmálið. Hesa ferð fingu tvøramenn longu í 1. hálvleiki úrtøku burtur úr mongu møguleikunum. Málskjúttar vóru Petur Mortensen, Josef Bassene, Bárður Dimon og Aron Sørensen.
Tíðliga í 2. hálvleiki minkaði Eyðfinn Fjalsbak um munin til 4-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Sigurin ber við sær, at TB hevur 35 stig, og at TB eisini eftir hetta umfarið verður oddalið í 1. deild. Hjá FC Hoyvík stendur ikki so væl til. Liðið hevur 17 stig og er næstniðast.
KÍ skoraði øll í seinna hálvleiki
Talan var um stórsigur til heimaliðið, tá ið KÍ hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Úrslitið var 7-0, og øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Merkisvert var tað, at álopsspælarin Henry Heinesen, sum skoraði trý mál, sat uttanfyri í 1. hálvleiki. Orsøkin var tann, at hann var sjúkur, men hann var kortini so mikið væl fyri, at hann var førur fyri at spæla í 37 minuttir, og tá var tað ikki eiti, sum hann gjørdi um seg. Hann skoraði trý mál og legði upp til okkurt av hinum. Steffan Kalsø skoraði tvey mál, og Bárður Heinesen skoraði eitt mál. Sjeynda málið átti Álvur F. Christiansen sín stóra lut í, men tað varð skrásett sum sjálvmál.
Sigurin ber við sær, at KÍ er næstfremst við 34 stigum. NSÍ hevur 19 stig og er triði aftast.
07 Vestur basti botnproppi
07 Vestur er framvegis væl við í kappingini um at flyta upp í bestu deildina. 07 Vestur hevði vitjan í Sørvági av næstbesta B68 liðnum, sum framvegis ikki hevur vunnið, og sum higartil bara hevur vunnið tvey stig. Tað tók sína tíð, áðrenn heimaliðið heilt fekk tamarhald á tí.
Eftir 1. hálvleik var 1-0 við máli, sum Tór-Ingar Akslesen skoraði í 27. minutti. Fýra minuttir eftir steðgin økti Holgar Djurhuus til 2-0, men spenningur kom í aftur í 69. minutti, tá ið 07 Vestur gjørdi sjálvmál. Jovan Panic varð skrásettur fyri tað.
Síðsta stóra korterið staðfesti heimaliðið við tveimum málum. Jovan Panic skoraði til 3-1 í 73. minutti, og í 82. minutti var tað veteranurin Jens Erik Rasmussen, sum setti síðsta seymin í.
07 Vestur hevur 33 stig og er á triðja plássi. B68 hevur framvegis tvey stig.
AB kempaði seg til eitt stig í Havn
HB var á odda við tveimum tíðliga í fyrra hálvleiki, men við einum góðum innsatsi kempaði AB seg uppá 2-2 og fekk eitt stig við út á Argjar.
HB misti seinasta vikuskiftið 3-0 leiðslu ímóti NSÍ í Gundadali. Tann dysturin endaði 3-3. Aftur hetta vikuskiftið misti HB leiðslu og fekk bara eitt stig burtur úr. Christian Eli Zachariassen legði HB á odda eftir sjey minuttir. Tað var eftir horna, at Christian Eli var fyrstur á og stútaði bóltin í málið. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, økti liðskiparin, Atli Mikkelsen. Hann smekkaði til úti frá og bólturin rakti ein argjamann og snýtti Bernhard Petersen í AB málinum.
Hesa løtuna var lítið, ið bendi á, at AB skuldi fáa nakað við aftur út á Argjar. Stutt fyri hálvleik gjørdi Jónas Stenberg sær dalt av eini verjuvillu hjá HB. Hann streyk avstað og minkaði um munin. AB vísti góðan stríðsvilja, og lønin kom tá seinni hálvleikur var tjúgu minuttir gamal. Enn eina ferð var tað Jónas Stenberg, sum skoraði fyri AB eftir gott uppspæl í hørgu síðu.
HB trýsti tað, sum eftir var eftir dystinum, men argjamenn høvdu eisini ein møguleika at stinga av við øllum, men hesa ferð fekk HB verjan vart fyri Jónasi Stenberg. Fyri HB var Hanus Thorleifsson nær við, men stútarin hjá honum fór omanfyri málið.
Stórsigur til EB/Streym
Hesa ferð var einki veiggj í Víkingi, sum legði rygg til 7-1 tap á útivølli ímóti EB/Streymi, sum Arnar Dam skoraði fýra mál fyri.
Fyri einari viku síðani vann næstbesta liðið hjá Víkingi trivaligan sigur í Klaksvík.
Í dag hilnaðist tað ikki so væl, tá ið Víkingur var í Streymnesi. So eigur at vera lagt aftrat, at víkingarnir ikki vóru so væl mannaðir. Tað sást eitt nú aftur í, at Magni Jarnskor var á beinkinum. Hann varð innskiftur, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Fýra minuttir undan leikloki sá Jan Poulsen hjá Víkingi fyrst gult eina ferð og so í næsta andadrátti enn eina ferð gult og harvið reytt.
EB/Streymur vann 7-1 eftir hálvleiksstøðuna 4-0, og 18 ára gamli Arnar Dam var ikki minni enn fýra faldur málsjútti.
EB/Streymur hevur 26 stig, og Víkingur hevur 25 stig.