Seinnapartin klokkan 16 spæla Lettland og Føroyar um triðja plássið í Baltic Cup í Riga í Lettlandi.
Hetta verður níggjunda ferðin liðini hittast. Lettland hevur vunnið tvær ferðir á Føroyum, Føroyar hava vunnið eina ferð á Lettlandi, og heilar fimm ferðir hava liðini leikt javnt.
Endar tað javnt aftaná vanliga leiktíð í dystinum í dag verður brotssparkskapping.
Oddsini, ið altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin eru næstan jøvn millum liðini.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 2,45 og 2,74.
Oddsini upp á javnleik (aftaná vanliga leiktíð) liggja millum 2,80 og 3,00.
Oddsini upp á lettlendskan sigur liggja millum 2,90 og 3,15.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













