Í dag er NSÍ í Fuglafirði, har dagsskráin er at vinna trý stig, so NSÍ í síðsta umfari, sum verður leygardagin, kann tryggja sær pláss í Europa næsta summar.
Undan fráferðini úr Runavík og inn til Fuglafirðar boðar NSÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Odd Árnason Højgaard, sum ber við sær, at stinni miðverjin eisini í 2022 verður í gula NSÍ búnanum.
Oddur er toftamaður, sum býr í Klaksvík. Hann hevur síðani 2019 spælt við NSÍ, har hann hevur verið týdningarmikil miðverji. Tilsaman hevur Oddur sambært NSÍ heimasíðuni spælt 82 dystir fyri NSÍ.
32 ára gamli Oddur Á. Højgaard hevur umframt NSÍ umboðað barndómsfelagið B68 og í 2018 EB/Streym. Hann hevur sambært faroesoccer.com spælt 178 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 11 mál.