Oddurin kann skrædna meira

Tí er einki at ivast í, at VÍF, Neistin og H71 eru favorittar í sínum dystum, men fyri tað er so langt ífrá víst, at talan verður um lættar dystir hjá teimum trimum.

Kyndil misti kanska finalumøguleikan, sum liðið hevði, tá teir taptu móti H71 seinasta vikuskiftið, men seinastu umførini hevur grøna havnarliðið veruliga bitð frá sær, og tað er einki at ivast í, at ein sigur á grannunum nú stendur heilt ovarliga á ynskislistanum.

KÍF hevur eisini argað væl og virðiliga í ár. Og nú teir eisini hava vunnið tveir sigrar á rað, er eingin ivi um, at eisini teir kunnu arga hoyvíkingar.

Størsti favoritturin er kanska í Vestmanna, har eitt StÍF-lið í formkreppu skal royna at venda gongdini móti VÍF, sum veruliga hevur havt undanvind, og sum veruliga tykist hava funnið rætta spælið framaftur. Eisini hóast teir taptu móti Neistanum seinast.

Felags fyri tey trý liðini er tí, at tey ikki mugu missa nøkur ?løtt? stig, og á tann hátt gera sínar møguleikar fyri einum plássi í FM-finaluni verri.

 

Teir tríggir dystirnir í mansdeildini byrja allir klokkan 16.00.