Ódnartøk vera í Runavík

Kappróður: Kappast verður leygardagarnar 14. og 21. mai

Fyrireikingarnar til kappróðurin í summar eru í hæddini. Eftir at nógvir rógvarar og nógvar manningar hava vant í maskinum í vetur og tíðliga í vár, eru bátar nú at síggja á firðum, víkum og vágum.

 

Fyrsti FM kappróðurin í summar verður á norðoyastevnu. Tað verður leygardagin 28. mai í Klaksvík.

 

Tá hava manningarnar havt møguleika tvær ferðir at luttikið í ódnartøkum. Tað vera ódnartøk leygardagarnar 14. og 21. mai. Báðu ferðirnar vera ódnartøkini í Runavík. Róðrarsambandið sigur, at tað seinni verður kunnað um tilmeldingina.

 

Teir sjey FM kappróðrarnir í summar: 28. mai á norðoyastevnu í Klaksvík, 11. juni á eystanstevnu í Runavík, 18. juni á sundalagsstevnu í Hvalvík, 25. juni á jóansøku í Vági, 9. juli á fjarðastevnu í Vestmanna, 16. juli á vestanstevnu í Sørvági og ólavsøkuaftan, 28. juli, í Havn.