Ódnarveður á veg yvir Føroyar seinnapartin í dag

Tað verður ringast ymsastaðni norðan fyri, og kanska vetanfyri, siga tey av veðurstøðini

Hann sigur frá rættiligum illveðri í dag og tað órógvar bæði samferðsluna, og annað nú seinnapartin. Strandferðslan hevur avlýst at kalla alla sigling og koyring, og onkustaðni verða børnini send heim úr skúla nú á miðdegi.

 

Turið Laksá, veðurfrøðingur á nýstovnaðu veðurstøðini, sigur, at tað liggur eitt felt norðan fyri Føroyar og tað hevur heilt nógvan vind við sær inn yvir landið seinnapartin í dag.

 

Hann verður norðan í ættini og hon sigur, at sum tað sær út, verður tað norðari partur av landinum, sum verður harðast rakt, men eisini vestan fyri verður nógvur vindur. Tey, sum búgva í inni í landinum, sleppa helst eitt sindur lættari og tað sær heldur ikki út til, at Suðuroyggin verður líka hart rakt, sum norðari partur í landinum.

 

Turið Laksá sigur, at tað verður nú, tá ið kokkan fer at ellivu, at hann fer at veksa vindin av álvara, og mitt seinnapartin, umleið klokkan 15-16. fer tað at leika harðast á.

 

Tá verður miðalvindurin eini 24 – 25 metrar um sekundið ymsastaðni norðan fyri men í hvirlunum verður tað kanska 35 metrar um sekundið. Hetta er ring ætt summastaðni norðanfyri, so tað er væntandi, at tað verður eitt rættiligt nos. Í Suðuroy verður ikki heilt so nógvur vindur, har fer miðalvindurin at vera um 20 metrar um sekundið við hvirlum upp í 29 – 30 metrar um sekundið.

 

Men veðurfrøðingurin sigur, at hvirlurnar eru ringar at meta um, tí tær kunnu verða harðari, men tað er heldur ikki sagt, at vindurin verður heilt so nógvur.  Turið Laksá, at sum forsøgnin er, fer tað at leika harðast á í einar fimm tímar, frá klokan tvey til klokkan sjey, átta. Og á midnátt er alt ordiliga yvirstaðið aftur.

 

Av tí at tað verður so nógvur vindur, eru hyggjuráðini at ansa eftir, at einki leyst liggur, sum kann verða tikið á vindi.