Øll ísfiskalínuskipini liggja

Tað er lítil roynd við línu undir Føroyum í løtuni.

Tað er lítil roynd við línu undir Føroyum í løtuni.

 

Einki ísfiskalínuskip er til fiskiskap, hvørki undir Føroyum ella aðrastaðni.

 

Hinvegin eru seks frystilínuskip úti - tvey fiska í íslendskum sjógvi, og fýra fiska undir Føroyum.

 

Streymurin harðnar út á vikuna sum kemur, og veðrið verður umskiftandi.

 

- Útlitini til útróður eru tískil ikki av teimum bestu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.