Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju

Meðan øll ísfiskalínuskipini liggja, eru átta frystilínuskip til fiskiskap, harav sjey fiska í íslendskum sjógvi.

 

Í løtuni liggja øll ísfiskalínuskipini við bryggju, men væntandi fara nøkur avstað í næstum, nú veðurforsøgnin sær betur út. 

 

- Streymurin batnar eisini, sum næsta vika gongur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Meðan øll ísfiskalínuskipini liggja, eru sjey frystilínuskip til fiskiskap í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar undir Føroyum.

 

- Veðrið verður hampiligt, serliga fyrst í vikuni sum kemur. Tí rokna vit við, at nakað verður av útróðri, verður lagt aftrat.