Øssur er nú í nýggjum felag

Fyrrverandi B68 venjarin verður nú venjari í B36

Øssur Hansen saman við Súsannu Mariu Hansen, sum er næstforkvinna í B36 Mynd: B36

Nógvu teir seinastu mánaðirnar hevur stór ferðsla verið úr høvuðsstaðnum og B36 og inn á Toftir og til B68.

 

Í mai varð Jákup á Borg B68 venjari, tá ið hann avloysti Øssur Hansen, sum legði frá sær. Og so eru tað fleiri spælarar, ið hava umboðað B36, og sum nú eru á Svangaskarði: málverjin Rói Mørk Hentze, Gilli Samuelsen og Hugin Samuelsen, og fyri stuttum hevur B68 skrivað undir sáttmálar við bæði Alex Mellemgaard og Ragnar Samuelsen, sum higartil hava umboðað B36.

 

Nú hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein toftamann, sum bæði hevur verið spælari og venjari í B68.

 

Talan er um Øssur Hansen, sum nú verður venjari hjá næstbesta B36 liðnum. Øssur hevði verið venjari hjá besta B68 liðnum síðani á sumri í 2019, tá ið hann fyrst í mai í ár legði frá sær sum venjari í barndómsfelagnum á Toftum. Næstbesta B36 liðið endaði í 2022 á áttanda plássi í næstbestu deildini.

 

Í síni tíð spældi 51 ára gamli Øssur Hansen sambært faroesoccer.com 335 landskappingardystir í bestu deildini. Í nógv teimum flestu umboðaði hann barndómsfelagið B68, men í 1999 spældi hann við B36, har Tomislav Sivic úr Serbia tá var venjari.                   

 

Øssur Hansen saman við Súsannu Mariu Hansen, sum er næstforkvinna í B36 Mynd: B36