Øssur tryggjaði B1908 eitt stig

Øssur Dalbúð var aftur á blettinum í dag

Tað gongur væl hjá fyrrverandi NSÍ- og ÍF-leikaranum, Øssuri Dalbúð í 2. deild Eystur í Danmark.

 

Aftur í dag skoraði Øssur Dalbúð mál fyri B1908. B1908 tók ímóti Avedøre í dag. Avedøre legði seg á odda í 20. minutti, men í 79. minutti var Øssur Dalbúð á røttum staði og javnaði fyri B1908, og tryggjaði harvið B1908 eitt stig í dag. 

 

Umframt Øssur, so spældi fyrrverandi B68 leikarin, Oddur Højgaard, eisini allan dystin í miðverjuni hjá B1908.

 

Skírisdag skoraði Øssur Dalbúð til 3-0, tá B1908 á útivølli sigraði 3-1 á B93 á útivølli.

 

B1908 er nummar sjey av teimum 16 liðunum í 2. deild Eystur við 24 stigum fyri 18 leiktar dystir.