– Nógv fólk vóru í býnum í nátt, og nógv vóru sera full, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Hann sigur, at hóast einki harðskapsmál er fráboðað, so vóru fleiri støður, har løgreglan fekk fyribyrgt, at tað ikki hendi meira. Í hesum sambandi vórðu tveir mans handtikinir. Annar fyri at hava verið harðligur í náttarlívinum, og hin fyri at hava verið ólátaður ímóti løgregluni. Báðir fáa bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Tann fyrri fær 3.000 krónur í bót, og tann seinni fær 1.500 krónur í bót.