Eingin sleppur at mynstra á skipi uttan eina heilsuváttan, eisini nevnd bláa bók. Bláa bók er ein heilsuváttan til sjófólk og skal skrivast av einum góðkendum sjóvinnulækna.
Hendan heilsuváttanin krevur eina rættiliga umfatandi kanning. Sjóvinnulæknin kannar millum annað sjónstyrkina, hoyrnina, landið, nervalagið og blóðtrýstið. Ein sjóvinnulækni er ein kommunulækni, ið hevur tikið serlig skeið, við atliti at kanna sjómenn, áðrenn teir mynstra.
- Ein skal minnast til, at sjómenn ofta eru burtur í longri tíð, uttan møguleika at fáa læknahjálp. Tí er neyðugt at tryggja sær, at sjómenninir, ið mynstra við skipunum, eru frískir, áðrenn teir leggja frá landi, sigur Jenis av Rana, kommunulækni.
Blóðtrýst, hjarta og lungu verða kannað, eins og ryggur og magi. Tað er eyðsæð, at eingin ivi má vera um, at sjómenn eru væl fyri, tá teir mynstra. Vektin verður eisini kannað og BMI-talið verður nýtt sum grundarlag fyri at meta um, hvørt tú ert førur fyri at arbeiða á sjónum ella ikki. Er BMI-talið ov høgt, fært tú ikki bláu bók, sigur kommunulæknin.
- Sukursjúka og líkfall eru dømi um sjúkur, sum serlig atlit verða tikin at. Vísir tað seg, at ein maður hevur eina óstýrda sukursjúku ella hevur reglulig líkfall, so fær viðkomandi ikki loyva at mynstra.
- Sjón og hoyrn verða kannaði gjølla. Um sjónini ella hoyrnini bilar nakað, so má hetta rættast við linsum ella brillum og hoyritóli. Ein kann jú ímynda sær, hvussu leikur fer at enda, um maðurin á dekkinum ikki hoyrir ávaringarróp frá øðrum, ella sjónini bilar okkurt, meðan hann er kagmaður. Vit kannað eisini fyri litblindni. Tað er jú so, at eingin sleppur á brúnna, um viðkomandi er litblindur. Allarhelst eru onkrir skiparadreymar brostnir, tá ungir menn eru komnir til sína fyrstu heilsukanning, og hava fingið at vita, at teir eru litblindir, sigur hann.
Bláa bók skal endurnýggjast annað hvørt ár, sigur Jenis av Rana. Tó er gjørligt hjá læknanum, at útskriva eina heilsuváttan við styttri gyldistíð enn tveimum árum.
- Hetta verður gjørt, um vit av onkrari orsøk ivast. Tá kunnu vit útskriva eina heilsuváttan, ið varar í eitt hálvt ár ella kanska eitt ár. Hetta gevur so sjómanninum møguleikan at prógva fyri okkum, at hann ger okkurt við málið. Síggja vit framgongd, kunnu vit útskriva eina longri heilsuváttan. Hinvegin, er eingin bati at síggja, so er hann í vanda fyri at missa heilsuváttanina og tí ikki sleppa til sjós aftur, sigur Jenis av Rana.
- Tað kemur ikki ofta fyri, at vit nokta fólki heilsuváttan. Um okkurt er, sum ger, at viðkomandi ikki kann fáa heilsuváttan, so seta vit sjálvandi viðkomandi í viðgerð fyri trupulleikan. Hetta er eitt gott høvi hjá okkum læknum at kanna sjófólkið og at viðgera tey, sum hava tørv á tí. Er onkur sjúkur, so verður viðkomandi sjúkrameldaður og viðgjørdur, og fær so eina nýggja heilsuváttan, tá hann er frískur aftur, sigur kommunulæknin.
Jenis av Rana sigur, at lógin ger greitt, at tað er reiðaríið, ið skal rinda heilsuváttanina, men hann hevur tú ein illgruna um, at tað eru sjómenn, ið aftra seg við at bera eina rokning til arbeiðsgevaran, serliga um hetta er fyrstu ferð, teir mynstra við einum skipi.
Hann sigur eisini, at hansara fatan er, at reiðaríini taka kravið um heilsuváttanir sera álvarsamt.
- Eingin sleppur at mynstra, uttan at viðkomandi hevur bláu bók. Verður eitt skip kannað, meðan tað er til fiskiskap, og onkur av manningini ikki hevur heilsuváttan, verður skiparin revsaður við bót, og í ringasta føri kann skipið verða biðið um at sigla til lands og fáa rættlag í síni viðurskifti.
Umframt bláu bók, skulu allir, ið mynstra, hava lokið eitt trygdarskeið. Endamálið við trygdarskeiðnum er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð og at kunna um persónliga trygd og persónligar skyldur, til tess at gera sjófólk betri før fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda og at duga betur at bera seg at í neyðstøðu. Meðan bláa bók skal endurnýggjast annað hvørt ár, so er gildistíðin á trygdarskeiðnum fimm ár.