Ofta fáa vit ikki arbeitt fyri ferðafólki

Fólk í Saksun føla seg sum leikarar í eini livandi framsýning. Viðhvørt sleppa tey ikki í bøin fyri ferðafólki og tað ávirkar tey, sigur tann eini bóndin

Ferðafólk skulu vera vælkomin, men tað sum fer fram nú, er rætt og slætt ov nógv.  Tað sigur André Kruse, bóndi í Saksun. Tað er hann við tí tiltikna gjaldsportrinum, har tey taka 75 krónur frá teimum, sum skulu út á Lógv. Hódagin, Kristi himmalferðardag, hava fólk gjørt av at fara ein túr út á Lógv í Saksun, men tey ætla sær ikki ígjøgnum tiltikna gjaldsportrið, tí tey ætla sær ikki at gjalda fyri túrin.

 

Men André Kruse var skjótur at boða frá, at hann letur gjaldsportrið upp hendan dagin, og samstundis verður skipað fyri ymsum í bygdini hendan dagin.

 

Les eisini: Lata portrið í Saksun upp á víðan vegg - men bara í ein dag

 

Hendan dagin, vit tosaðu við hann endurtók hann, hvussu stóran týdning hann heldur at tað hevur, at ferðavinnan verður skipað. Hann heldur, at ferðafólk skulu verða vælkomin, men hesi síðstu árini, áðrenn korona fór at ganga, hevur tað verið so nógv ferðafólk, at tað ávirkar lívsgóðskuna hjá bygdarfólkinum og teimu, sum hava jørðina. Hesi bæði síðstu árini hevur korona gingið so tað hava verið fá ferðafólk í Saksun og tað hevur givið teimum eitt kærkomið andarhol.

 

Men í 2019 vóru tað mangan yvir 800 bilar í Saksun – um dagin, og tað heldur hann er alt ov nógv fyri eina lítla bygd við 9 -10 fólkum. Tey føla seg sum leikarar í einum livandi savni, tí tey hava ferðafólk gangandi í túninum dagin langan, og tað heldur hann er møtimikið

 

Tey ganga inn til fólk at lána wc og tey fylla ruskíløtini við skrelli. Tey ganga inn í hvønn hjall og hvørt seyðahús at hyggja, og tað eru ikki so fá, sum eisini seta seta seg har at eta matpakkan.

 

– Fara fólk at mála eitt sindur, verða tey avmyndað alla somlu tíðina og tað er ikki serliga hugaligt, heldur André Kruse. Fyrr komu fólk til Saksunar í stórum bussum, men nú koma tey í hvør sínum leigubili og teir verða settir allastaðni. Tað hendir seg eisini, at ferðsluproppur er í Dalinum og tað er ikki nøktandi fyri trygdina. Verður brúk fyri sjúkrabili, ella sløkkiliðnum, er tað ofta, at tey ikki sleppa fram. Tað er heldur ikki altíð, at tey sleppa í bøin og í hagan við amboðum fyri bilum.

 

– Tað er nógv arbeiðið, sum verður útsett til um kvøldarnar, tí um dagin fáa vit ikki arbeitt, ella vit tíma ikki at verða framsýnd upp á hendan mátan, sigur bóndin. Men hann leggur kortini afturat,  at tey allarflestu eru stak hampilig fólk, tað er ikki tað, sum er galið, men tað er talið, sum er órógvandi.

 

Sjálvur heldur hann, at persónbilar skuldi ikki sloppið til Saksunar. Tað skuldi verið parkeringspláss í Hvalvík og so skuldu bussar koyrt til Saksunar. Hann fýlist eisini á sokallaðu royndirnar at finna semju. Hann heldur, at tað ber til at tosa um viðurskiftini. Tað verður eisini sagt, at roynt verður at finna eina semju, men tað ivast hann í, tí sjálvur hevur hann ikki hoyrt málið í nøkrum, hvørki í politikarum, ella í ferðavinnuni.