Áðrenn ukrainska mótálopið byrjaði, hevði 30 ára gamli hermaðurin fyrst snýkt seg tríggjar kilometrar aftur um russisku støðirnar. Her grulvaði hann eftir vøllinum fyri ikki at vera sæddur.

- Okkara blóð fer at geva okkum Ukraina aftur

Verdens Gang hevur skift orð við ukrainsk herfólk, sum vóru við í stóra mótálopinum hjá Ukraina á russiskar støðir, har ukrainski herurin hevur tikið eina rúgvu av býum og bygdum aftur frá russum.

Áðrenn ukrainska mótálopið byrjaði, hevði 30 ára gamli hermaðurin fyrst snýkt seg tríggjar kilometrar aftur um russisku støðirnar. Her grulvaði hann eftir vøllinum fyri ikki at vera sæddur.

Ukrainski herurin hevur nevniliga rikið russisku herdeildirnar burtur av fleiri túsund ferkilometrum av ukrainskari jørð, og stórur partur av heiminum undrar seg yvir, hvussu hetta kundi lata seg gera eftir lutfalsliga stuttari tíð.

 

- Bardagarnir gingu bæði skjótt og væl, og okkara herdeildir rætt og slætt knústu russisku hermenninar. Vit høvdu motiverað herfólk, sum hava bíðað eftir hesum í átta ár. Vit hava eisini mist fólk, og tann pínan fer altíð at fylgja okkum.

 

Soleiðis skrivar ukrainska kvinnan, 27 ára gamla, Alina Mykhailova, til VG. Hon hevur verið í kríggi fyri Ukraina síðan 2014 - heilt síðan, at russiskt stuðlaðar uppreistrardeildir tóku valdið í bygdum og býum í eystara parti av Ukraina.

 

Men, átakið í Kharkiv-regiónini hevur veruliga sett spor hjá hini 27 ára gomlu. Við samrøðum við herfólk, sum vóru við í stóra átakinum hjá ukrainska herinum um dagarnar, hevur Verdens Gang fingið eitt serstakt innlit í støðuna.

 

Alina Mykhailova sigur, at tað hevur verið heilt serstakt at verið við til at givið fólkinum, ið áður hertiknum bygdum og býum í Ukraina, frælsið aftur.

 

- Eg havi blandaðar kenslur, sum bæði snúgva seg um gleðina við at hava vunnið hesar bygdir og býir aftur, og tað hevur eisini verið heilt serstakt at upplivað, at ukrainar bæði gráta og kyssa okkum av gleði og eydnu, tí vit eru her.

 

Hin 27 ára gamla sigur, at hon eisini er óttafull, tá komið verður inn í íbúðarøki, har russar hava herjað í eitt hálvt ár, og her hava russar bæði sæð oyðilagd íbúðarøki og fólk, sum eru meiðslað og dripin.

 

##med2##

 

Alina Mykhailova hevur eisini hoyrt ræðusøgur um sivilfólk, sum eru torturerað av russiskum hermonnum, eins og russar eru avdúkaðir fyri at hava gjørt í eitt nú Butsja, sum allur heimurin hevur verið vitni til.

 

- Tað fær sinnið í kók, tá tú hoyrir um fólk, sum eru torturerað - bara tí, tey elskaðu sítt land, sigur hon.

 

Ein annar hermaður, sum Verdens Gang hevur skift orð við, og sum hevði ein týðandi leiklut í tí eina átakinum hjá Ukraina, er 30 ára gamli maðurin við navninum, FoxIV. Verdens Gang veit, hvør maðurin er, men hann ynskir ikki at vera nevndur við navni, ei heldur sæddur á mynd.

 

Tí tað er ov vandamikið, heldur hann. 

 

Hermaðurin sigur, at áðrenn mótálopið byrjaði, har hann var partur av einari herdeild, hevði hann fyrst snýkt seg tríggjar kilometrar aftur um russisku støðirnar. Hann hevði grulvað eftir vøllinum fyri ikki at vera sæddur.

 

- Russar vóru til reiðar, men teir vóru ikki til reiðar at ansa eftir fólki, sum veruliga viljað hava sítt land aftur, sigur hann við Verdens Gang.

 

FoxIV sigur, at russisku hermenninir til endans bert vóru umleið 400 metrar burtur, har hann lá við sínari maskinbyrsu við kikarasikti og eygleiddi fíggindan. Samstundis læt hann ukrainsku deildini, sum hann er partur av, neyvar upplýsingar um russisku støðina.

 

Sambært hermanninum, sum Verdens Gang hevur skift orð við, vóru umleið 50 russiskir hermenn staddir á týdningarmiklu støðini, og her vóru bæði stríðsvognar, onnur pansaraakfør og lastbilar.

 

Sjálvur lá hann krógvaður millum greinar, eins og hann hevði grivið sær eina grøv fyri at minka um møguleikarnar fyri at vera raktur, um russar fóru at finna út av, hvar hann var og fóru at leypa á hann.

 

- Her liggur tú framman fyri heimsins næst størsta heri, og hetta var ein óunniligur tanki, viðgongur hin 30 ára gamli.

 

Upprunaliga er maðurin úr Miðeystri, men hevur búð í Ukraina í tíggju ár, har hann hevur lisið heilivág í næst størsta býi landsins, Kharkiv. Nú vildi hann berjast fyri sítt nýggja heimland.

 

Verdens Gang hevur verið í samband við felagsskapin, VeteranAidUkraine, sum váttar, at maðurin luttekur á hermótinum í krígnum móti russiska hersetingarvaldinum.

 

So byrjaði álopið hjá ukrainsku deildini!

 

Rakettskipanin HIMARS byrjaði at bumba málini, sum hin 30 ára gamli hevði upplýst um, og ukrainskir stríðsvognar settu ferð á móti russisku støðini. Skjótt kom panikkur í russisku hermenninar, og teir flýddu ræðsluslignir um háls og herðar.

 

Nú skeyt FoxIV eisini fyrsta skotið. Russisku hermenninir royndu at koma sær undan skotunum og álopinum.

 

- Sjálvur drap eg sjey russiskar hermenn og skeyt hol í eitt av dekkunum, sigur hann við Verdens Gang.

 

Hermaðurin viðgongur, at tað liggur ein trupul tíð fyri framman, men hann væntar, at tað verður Ukraina, sum fer at vinna á Russlandi, og russisku hermenninir verða beindir av vegnum.

 

- Vit hava eitt mál, og tað er at taka hersettu økini aftur. Vit vilja røkka hesum máli - líkamikið, hvussu nógv hetta fer at kosta okkum. Okkara blóð fer at geva okkum landið aftur, sigur hermaðurin, sum Verdens Gang hevur skift orð við.

 

 

 

Áðrenn ukrainska mótálopið byrjaði, hevði 30 ára gamli hermaðurin fyrst snýkt seg tríggjar kilometrar aftur um russisku støðirnar. Her grulvaði hann eftir vøllinum fyri ikki at vera sæddur.

27 ára gamla, Alina Mykhailova, hevur verið í kríggi fyri Ukraina síðan 2014.