Vegurin hjá Turkalandi at vinna bólk 1 í Nations League deild C er nú púra greiður. Hini liðini í bólkinum eru Luksemborg, Føroyar og Litava.
Turkaland vann í kvøld á útivølli 2-0 á Luksemborg, ið vann á útivølli móti bæði Føroyum og Litava.
Fyrra málið var eitt brotsspark Hakan Colhoglu setið í netið átta minuttir undan steðginum. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini økti Serdar Dursun til 2-0.
Luksemborg var væl við í dystinum og hevði bóltin 47 prosent av tíðini. Hagtølini siga átta málmøguleikar til Luksemborg og 11 málmøguleikar til Turkaland. Av teimum vóru tó seks málmøguleikar innanfyri málrammurnar til Turkaland, og bara ein málmøguleiki innanfyri málrammurnar til Luksemborg.
Luksemborg hevur ikki vunnið ein dyst á Turkalandi síðani 1972.
Komandi týskvøld fær Litava oyruni í turkisku maskinuna niðri í Istanbul. Føroyar spæla sama kvøld ein sera torføran útidyst móti Luksemborg. Gjøgnumsnitsoddsini hjá veddingarfyritøkunum uppá heimasigur til Luksemborg liggja um 1,40.
Turkaland kann tryggja sær bólkasigurin í heimadystinum móti Luksemborg 22. september, áðrenn turkar ferðast til Føroya at spæla seinasta bólkadystin á Tórsvølli. Sannlíkt er, at turkar fara at vinna bólkin við fullum stigatali.
1. Turkaland 3 dystir 12-0 9 stig
2. Luksemborg 3 dystir 3-2 6 stig
3. Føroyar 3 dystir 2-6 3 stig
4. Litava 3 dystir 1-10 0 stig.