Spania skal spæla enn eina finalu í fótbólti.
Í olympisku hálvfinaluni móti Marokko í París eydnaðist tað Spania at vinna dystin 2-1.
Tað var annars Soufiane Rahimi sum legði Marokko á odda í 37. minutti, og eina góða løtu var Marokko á sigurskós.
Men í 66. minutti javnaði Fermin Lopez hjá Barcelona við einum væl plasseraðum skoti.
Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini gjørdist Juanlu Sanchez sigursmálskjútti hjá Spania, tá hann meddaði bóltin í netið.
Spania spælir finalu móti vinnaranum av dystinum millum Frakland og Egyptaland.
Olympiska finalan verður leikt komandi fríggjadag klokkan 17.