Eigaraskifti
Tað munnu vera mong, sum hava hildið, at Olaf Olsen, sum var ímyndin av P/F Beta í mong ár, átti ein stóran part av hesum felag.
Men so er ikki.
Hvørki Olaf Olsen ella sonurin, Ragnar Olsen, ið tók við sum reiðari eftir faðirin, hava átt partapening í P/F Beta.
Men fyri nøkrum mánaðum síðan gjørdist Olaf Olsen ein av partaeigarunum í hesum felag, sum eisini hevur átt og rikið landingarmiðstøðina í Saltangará.
Nú alt virksemið felagsins varð selt, átti Olaf Olsen minni enn 5% í P/F Beta, men hann er ein av partaeigarunum í P/F Tjaldur.
Við søluni av P/F Beta er parturin hjá Olafi Olsen so eisini seldur.