Ólavsøkan er serstøk

Ruth Vang, løgtingskvinna, svarar spurningum ólavsøku

Løgtingskvinnan Ruth Vang, sum eisini er býráðslimur í Havn, svarar her spurningum um ólavsøku.

 

 

 

Hví fert tú á ólavsøku?

 

­– Vit búgva rættiliga miðskeiðis í Havnini, so hjá okkum er tað soleiðis, at eru vit heima, so eru vit á ólavsøku so ella so. Haraftrat er ólavsøkudagur fyrsti tingdagur í løgtinginum, so tað er lutvís arbeiðsdagur fyri mítt viðkomandi. 

 

 

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?

 

– Tað er altíð eitt sindur av stákan dagarnar undan ólavsøku, men hon byrjar við setanini, har eg fyri fyrstu ferð luttaki í skrúðgonguni sum býráðslimur. Ólavsøkudagur er serligur, tí tá verður tingið sett, og í tí sambandi fari eg sum tingfólk í kirkju. Tað gleði eg meg altíð til, serliga at hoyra ólavsøkukórið á Tinghúsvøllinum. Annars er mín ólavsøka lík henni hjá flest øðrum, vænti eg; kappróður, kanska eg nái eina framsýning ella tvær, oman og niðan ígjøgnum býin nakrar ferðir. Vónandi dettur onkur inn á gólvið eisini. Í ár verður ongin midnáttarsangur, annars eru vit vanliga á útimøti hjá Frelsunarherinum, áðrenn midnáttarsangurin byrjar.

 

 

 

Hvat er tað besta við ólavsøku?

 

– Ólavsøkan er serstøk av tí sjálvsøgdu orsøk, at hon er okkara tjóðarhátið, men eg haldi eisini, at ólavsøkudámurin hevur við sær eina serliga samanseting av nøkrum sera hátíðarligum og samtíðis óformligum hugna, har tú hittir nógv fólk, harav onkran tú ikki kendi áður ella onkran, tú ikki hevur sæð í nógv ár, tú dettir inn á gólvið onkustaðni og so víðari. Í mun til aðrar hátíðir, so tekur man tingini meiri sum tey nú koma. Tað dámar mær væl.  

 

 

 

Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku?

 

– Fyri mítt viðkomandi er ólavsøkan júst sum hon skal vera. At alt fleiri fara í føroysk klæði á ólavsøku ger hátíðardámin serligan. Eg haldi eisini, at fólk duga væl at hugna sær, bæði ung og gomul. Tá eg var barn og blaðung, lógu longu tíðliga á kvøldi fullir menn avdotnir á alfaraveg. Tað sært tú stórt sæð ikki longur. Tó so okkurt kundi verið betri; alt tað eg veit, hevur ólavsøkan lagt stórt trýst á foreldur um at brúka pening uppá hettar og hattar til børnini, har góðskan ikki heilt svarar til prísin. Eg skilji á lagnum, at tí viðvíkjandi er ikki nógv broytt.