Ólavsøka er at vitja familju og hitta vinir

- At nógv eru samlað í okkara høvuðsstaði at hátíðarhalda okkara samleika sum føroyingar er eitt tað besta við ólavsøkuni, heldur Sámal Hanni Lognberg.

- Oftast halda vit ólavsøku í Skopun. Eru vit í Havn, er tað í fyrsta lagi fyri at vitja familju og hitta vinir.

Fert tú á ólavsøku? 

 

- Vit hava ikki tikið støðu til, um vit skulu fara á ólavsøku í ár, men hvør veit, kanska verður ólavsøkan kortini hildin í Havn í ár, livst so spyrst.

 

Tað sigur Sámal Hanni Lognberg í Skopun.

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?

 

- Fyri tað mesta halda vit ólavsøku í Skopun. Um vit eru í Havn, so handlar ólavsøkan mest um at vitja familju og møta gomlum vinum. Annars er tað mest tónleikur, sangur og eitt útimøti ella tvey. 

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

 

- At nógv eru samlað í okkara høvuðsstaði og hátíðarhalda okkara samleika sum føroyingar. At okkara fólkavaldu vísa á, at okkara tjóð er ein kristin tjóð við tað, at tey byrja tingsetuna á ólavsøku við at fara í Guds hús.

 

Sámal Hanni Lognberg heldur, at løtan, tá Ólavsøkukórið syngur fyri okkum øllum, er ein hátíðarlig og serstøk løta.

 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?

 

- Veðrið fært tú  einki gjørt við, so um eg skal finna okkurt annað, so haldi eg kanska, at tilboðini til børn kundu verið eitt sindur meira spjadd runt miðbýin heldur enn sum nú, har tú stendur sum sild í tunnu í langari røð og bíðar eftir, at børnini sleppa framat, sigur Sámal Hanni Lognberg.

 

- Oftast halda vit ólavsøku í Skopun. Eru vit í Havn, er tað í fyrsta lagi fyri at vitja familju og hitta vinir.