Ólavsøkuframsýning við málningum hjá Stellu Zachariassen

Málningaframsýningin verður í Krosslíð ólavsøkudagarnar og leygardagin

Stella Zachariassen sýnir fram málningar á ólavsøku í Krosslíð 2, ið er har Svalbardsvegurin og Grønlandsvegurin møtast.

 

Stella hevur í hesum førum valt at sýna fram eina seriu av málningum, ið varpa ljós á sálarliga heilsu, sum er nógv frammi, eisini her í Føroyum. Stella hevur valt at kalla framsýningina: ”Motivasjón”.

 

- Málningarnir eru spekkaðir av uppmuntran til ein og hvønn, og teir eru litfagrir og heitir, greiðir Stella frá.

 

Framsýningin er opin hesar dagarnar:

 

Hósdagin (ólavsøkuaftan) 28. juli klokkan 14 til 20. 

 

Fríggjadagin (ólavsøkudag) 29. juli klokkan 14 til 20. 

 

Leygardagin 30. juli klokkan 14 til 20. 

 

Stella bjóðar eisini okkurt gott til góman og te og kaffi, og letur heilsa, at øll eru vælkomin. 

 

Fleiri málningar hjá Stellu síggjast á https://www.facebook.com/SelviZachArts