Ole Gunnar Solskjær hugsar ikki bara um fótbólt

Venjarin hjá Manchester United hevur um íløgufelagið, sum hann er partur av, sett nógvar miljónir í norsku alivinnuna.

Ole Gunnar Solskjær fæst ikki bara við fótbólt. Hann ger eisini stórar íløgur í norsku alivinnuna.

Venjarin hjá Manchester United, norðmaðurin, Ole Gunnar Solskjær, hugsar ikki bara um fótbólt. Hann er eisini ein aktivur íleggjari í norskari alivinnu, og tað hevur hann í øllum førum verið í eina tíð.

 

Ole Gunnar Solskjær eigur 20 prosent av íløgufelagnum, Akvakulturpartner og um felagið, Grip Management, hevur fótbóltsvenjarin nú eisini tryggjað sær ein ognarskap á 12,15 prosent í Hauge Aqua.

 

Sambært iLaks, sum endurgevur kapital.no, snýr íløgan hjá fótbóltsvenjaranum seg hesaferð um tilsamans 33 miljónir norskar krónur - ella umleið 25 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Hauge Aqua hevur eitt nú ment eina afturlatna aliskipan, sum tey í Noregi rópa "Eggið", sum skal setast út í Romdalsfjørðin.

 

##med2##

 

Ein annar, sum eisini hevur gjørt íløgur í Hauge Aqua, er vinmaðurin og umboðsmaðurin, Jim Solbakken, sum nú eigur 20 prosent í Hauge Aqua um felagið, Sir Solutions.

 

Við í verkætlanini við Egginum eru eisini aðrir stórir íleggjarar í norskari alivinnu.

 

Bjørn-Vegard Løvik, sum er stovnari og stóreigari í laksafelagnum, Atlantic Sapphire, ið er skrásett á keypsskála, sigur við kapital.no, at tað, sum er serliga spennandi við Egginum, er, at her er talan um hátøkni innan aling.

 

Í íløgufelagnum, Akvakulturpartner, sum Ole Gunnar Solskjær eigur 20 prosent av, er Bjørn-Vegard Løvik bæði stjóri og parteigari.

 

So tey, sum halda, at Ole Gunnar Solskjær bara hugsar um fótbólt og Manchester United, mugu trúgva um aftur, tí maðurin hevur nógv jørn í eldinum.

 

##med3##

 

 

 

Ole Gunnar Solskjær fæst ikki bara við fótbólt. Hann ger eisini stórar íløgur í norsku alivinnuna.

Soleiðis skrivaði kapital.no hin 21. januar í ár.