Liðið hjá Óla Mittún og Ísak Vedelsbøl, Sävehof spældi í kvøld grannauppgerð móti Alingsås í bestu svensku hondbóltsdeildini í Partille.
Sävehof vann stórsigur 30-21. Í steðginum var Sävehof á odda 15-10.
Óli var mest effektivi leikarin hjá Sävehof sambært hagtølunum. Óli var eisini toppskjútti hjá Sävehof við seks málum.
Sävehof og Ystad eru einasti liðini í deildini, ið hava fult stigatal, seks stig aftaná trý umfør.
Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Sävehof heimadyst móti Malmö.
Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyinga- og systkinabarna uppgerð. Tá koma Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir í Sävehof á vitjan í Jönköping at spæla dyst móti liðnum hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby.