Óli gevur bók út um Dánjal í Hoyvík

Óli Breckmann hevur givið út bók um Dánjal í Hoyvík.

 

‘Guds barn batnar’ er stuttligasta bók skrivað á føroyskum, meta útgevararnir.

Sjálvsævisøga Dánjals í Hoyvík, ‘Guds barn batnar’, fæst í bókahandlum í morgin.

 

Bókin snýr seg í breiðastu merking um rúsdrekka sum njótingar- og eiturevni.

 

Bókin lýsir, hví alkohol ger nøkur fólk sjúk, tí teimum manglar eitt enzym, ið brýtur alkohol niður í livrini hjá teimum flestu.

 

Føroysk og útlendsk dømi eru nevnd í bókini um gávað fólk, ið livdu hart.

 

Rúsdrekka spilti Dánjali 25 ár av lívinum og mundi verið hansara bani.

 

Hann hevur verið turrlagdur farnu 35 árini, bjargaður av Gudi og 3. konuni.

 

Størstii partur av ‘Guds barn batnar’ snýr seg eyðvitað um ólevnað Dánjals.

 

Hann er útbúgvin og hevur arbeitt sum slaktari, fimleikarlærari og skipari.

 

Hann var tiltikin fyri at vera herviligur íspegil, hvørs lív spennir frá at vera yvirmaður á nøkrum av heimsins størstu skipum til at vinna fólki í Føroyum nakrar av teimum stuttligastu neisum, ið hava tolað at staðið á prenti.

 

Millum mangt annað sigur Dánjal frá, tá hann:

 

fekk magasár av at drekka neglalaksfjernara (aceton),

 

var rukkutúr við Hoyvík í Grønlandi og við Norðlýsinum á sild norðanfyri ...

 

smoygdi ein skitnan eplasekk yvir høvdið og niður á knæ á Fútanum,

 

flutti inn til ein kvinnuligan prest í Vejle at búgva,

 

koyrdi fullur á motorsúkklu inn í eitt gøtumøti á Vaglinum,

 

varð skipari hjá SSL eftir at hava gist 11 ferðir á stongdu Deild 2 hjá Árna,

 

skjeyt við høglbyrsu úr loftsvindeyganum eftir fyrrv. politikara ...

 

Bókin er 374 síður og kostar 200 kr í bókahandlunum. ‘Guds barn batnar’ er stuttligasta bók skrivað á føroyskum, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Framløga verður mánadagin tann 20. í Finsen kl. 16 til 18.