EM-endaspælið í hondbólti U18 er av, og sum vanligt vóru bestu leikararnir á ymsu plássunum kosnir.
Føroyski Óli Mittún var kosin MVP - most valuable player í kappingini, also besti leikari í kappingini, umframt at hann var toppskjútti í kappingini við 80 málum.
Spania vann finaluna 34-32 móti Svøríki.
Føroyar vóru júst í bólki saman við hesum báðum liðum.
Føroyar taptu 32-29 fyri Svøríki og 35-25 fyri Spania.
##med2##