Óli og Sävehof leiktu javnt í European League

Javnleikur á heimavølli var ikki besta útgangsstøðið hjá Sävehof áðrenn returdystin í Fraklandi

Bert 17 ára gamli Óli Mittún fær spælitíð í Sävehof, og í kvøld skoraði hann eitt mál, tá hann og liðfelagarnir í Sävehof leiktu javnleik 24-24 móti franska liðnum, Montpelier.

 

Í steðginum var Montpelier á odda 11-9. 

 

Talan var um fyrra dystin av tveimum móti Montpelier um rættin at sleppa í bólkaspælið í EHF European League. 

 

Tí er ikki talan um eitt serliga gott útgangsstøðið hjá Sävehof til seinna dystin á útivølli í Fraklandi.

 

Liðini møtast aftur í Montpelier komandi týskvøld.