Óli og Sävehof ruku út úr steypakappingini

Sävehof tapti eisini seinnu fjórðingsfinaluna fyri Hammarby

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof høvdu torføran arbeiðssetning í seinnu fjórðingsfinaluni í svensku steypakappingini móti Hammarby í kvøld. 

 

Hammarby vann fyrru fjórðingsfinaluni í Stokkhólmi 40-34, og tí skuldi Sävehof vinna við sjey málum í kvøld.

 

Í hálvleikinum var Sävehof aftanfyri 13-17, og samlað 47-57. Tað batnaði nakað í seinna hálvleiki, men Sävehof tapti 29-30, og samlað 63-70 fyri Hammarby.

 

Óli Mittún gjørdist saman við Alexander Westby næstbesti málskjúttin hjá Sävehof við fýra málum. Toppskjútti hjá Sävehof gjørdist William Andersson Moberg við níggju málum.

 

Sävehof vann annars steypakappingina í fjør.

 

Nú kann Sävehof fokusera 100 prosent uppá kappingina í bestu svensku deildini.

 

Sävehof er næstfremst í deildini við 17 stigum, fýra stig aftanfyri oddaliðið, Kristianstad. 

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Sävehof grannauppgerð móti Redbergslid á útivølli.