Bert 17 ára gamli Óli Mittún skoraði eitt mál, tá hann og liðfelagarnir í Sävehof taptu grannauppgerðina móti Alingsås á útivølli í dag.
Alingsås vann dystin 33-27. Í steðginum var Alingsås á odda 16-14.
Talan er um fyrsta tapið hjá Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Elias Ellefsen á Skipagøtu situr uttanfyri við einum skaða í knænum.
Tað er tætt millum dystirnar hjá Sävehof nú. Longu komandi týskvøld spælir Sävehof fyrra dystin av tveimum móti franska liðnum, Montpelier um rættin at vinna seg í bólkaspælið í EHF European League.