Óli og Signhild ársins svimjarar

– og Rebekka og Hugin ársins stjørnuskot

– og Rebekka og Hugin ársins stjørnuskot.

 

Seinastu dagarnar hevur verið kappast í FM í svimjing á langgeil í Vági. Kappingin endaði seinnapartin leygardagin, og tá vóru heiðursmerki latin til ársins svimjarar og ársins stjørnuskot.

 

Ársins svimjarar vóru Signhild Joensen úr Ægi og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag. Hesi bæði hava somuleiðis klárað kravtíð til at luttaka í heimsmeistaraskapi í Budapest.

 

Fýra pláss eru til ta kappingina. Pál Joensen hevur eisini klárað kravtíð til HM í Budapest, men hann fer ikki at luttaka. Somuleiðis vóru ársins stjørnuskot kosin.

 

Ársins kvinnuliga stjørnuskot var Rebekka Trygvadóttir úr Ægi, og ársins mannliga stjørnuskot var Hugin Næs Lave úr SuSvim.