Óli var toppskjútti hjá Sävehof í dag

Sävehof fekk bert javnleik móti Aranäs, men Óli Mittún stóð seg væl

Óli Mittún gjørdi tað framúr fyri Sävehof í dag.

 

Óli gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum, og legði upp til fleiri onnur mál, tá Sävehof í útidysti í bestu svensku hondbóltsdeildini spældi javnleik 34-34 móti Aranäs. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.

 

Sävehof misti eitt stig í kapprenningini við Kristianstad um fyrsta plássið í deildini. Sävehof er nummar tvey í deildini við 33 stigum, trý stig aftanfyri oddaliðið, Kristianstad.

 

Komandi leygardag spælir Sävehof móti Hammarby á útivølli.