Óli toppskjútti tá Sävehof vann seg trygt víðari

Óli Mittún hevur skotið 10 mál í tveimum teimum fyrstu dystunum fyri Sävehof

Mynd: Harald Bjørgvin

Tað var eingin ivi um, at Sävehof fór at vinna seg víðari í European League undankappingini, tá teir fóru á vøllin í Rumenia í dag.

 

Sävehof vann heimadystin móti Potiassa Turda við stórsigri 45-21 (24-10), og tað fór Potaissa Turda ongantíð at hála innaftur.

 

Sävehof vann eisini útidystin. Dysturin í Rumenia í dag endaði við einum 34-30 sigri til Sävehof, ið sostatt vann ein samlaðan 79-51 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda 16-14.

 

Óli Mittún gjørdist saman við Sebastian Spante toppskjútti hjá Sävehof við seks málum. Bæði Óli og Sebastian Spante megnaðu at skora seks mál uppá seks málroyndir.

 

Óli skoraði fýra mál í heimadystinum, og hevur sostatt skotið 10 mál í tveimum teimum fyrstu kappingardystunum fyri Sävehof. 

 

Sävehof valdi at spara Elias Ellefsen á Skipagøtu til dystin í dag. 

 

Sävehof má vinna seg víðari eitt umfar aftrat fyri at vinna seg í bólkaspælið í European League. 

 

 

 

 

 

Mynd: Harald Bjørgvin