Óli við í javnleiki hjá Sävehof á heimavølli

Tap var í hendi hjá Sävehof, ið var aftanfyri við trimum málum móti dystarenda

Óli Mittún slapp á vøllin, tá Sävehof á heimavølli í Partille fekk javnleik 26-26 móti Skövde í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum var støðan 26-23 til Skövde. Óli skoraði til 24-26, og tað eydnaðist Sävehof at knógva heim ein javnleik.

 

Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.

 

Óli skoraði tvey mál fyri Sävehof í kvøld. Fyrra málið var eitt brotskast, ið Óli setti í netið. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu er uttanfyri við einum skaða í knænum.

 

Sävehof hevur trý stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í bestu svensku deildini higartil.

 

Leygardagin spælir Sävehof á útivølli móti Alingsås.