Hóast hann tapti rættarmálið í rættinum, vil Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, hava seinasta orðið í málinum.
Hann varð steðgaður av løgregluni í Klaksvík ein dagin og ákærdur fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi. Fyrr í ár var málið fyri í Føroya rætti, og har var upprunaliga bótin hjá løgregluni staðfest.
Oliver Joensen vil vera við, at hann klóraði sær í oyranum. Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum skrivar hann í dag um málið og vísir millum annað á, at hvørgin av fartelefonum hansara var virkin í tíðarskeiðnum beint undan, at hann varð steðgaður.
Revsingin var ein bót á 500 krónur, og tískil sleppur blaðstjórin ikki at royna málið í landsrættinum, til tess er bótin ov lítil. Hann vil tó hava seinasta orðið, og hevur tí endurskapt hendingina í Klaksvík.
Løgreglukvinnan sigur, at hon, haðani hon stóð, týðiliga sá Oliver Joensen koyra framvið við eini fartelefon upp til oyrað. Oliver Joensen hevur tí biðið onnur fólk koyra framvið við onkrum, sum líkist eini telefon upp til oyrað, meðan hann hevur staðið, har løgreglukvinnan stóð. Hann hevur eisini biðið onnur hugt, meðan hann hevur koyrt framvið. Niðurstøðan er hin sama. Tað er ógjørligt at síggja, at nakar hevur eina fartelefon í hondini.
- Tað ber simpulthen ikki til at síggja telefonina í hondini. Politisturin hevur gitt, at eg hevði eina telefon, tí hann hevur sæð hondina uppi við oyrað. Tað var tað, vit skuldu royna í rættinum, men tað fingu vit ikki loyvi til, tí bótin er undir 1000,- krónur. Sakin hevur tikið sera langa tíð, tí bleiv bótin niðursett frá 500 krónum til 250 krónur. Sakføran skuldi eg sjálvur gjalda, so í reiðum peningi hevur hetta kosta mær útivið 5.000 krónur, samstundis sum eg als onga telefon hevði í hondini, skrivar Oliver Joensen á Norðlýsinum í dag.