Nýggj kanning vísir, at olja úr kópi er góð í viðgerðini móti bruna í tarmunum Sambært tíðindatænastuni Norden er olja úr kópi góð í viðgerðini móti bruna í tarmunum.
Nýggj tøl eru í hesum sambandi løgd fram á eini ráðstevnu í Vasa í Finnlandi herfyri.
Aftur her eru tað omega 3-feittsevjan, sum ger undurverkið, siga granskarar.
Í dag verður serliga kjøtið og spikið etið, meðan sjálv oljan næstan ikki verður brúkt.
Mett verður, at stórir sølumøguleikar eru í kópaolju.