Olja úr Lofoten innan 20 ár

Í meginfelagnum hjá norskum oljufyritøkum, OLF, ivast tey ikki í, at leiðirnar í Lofoten verða latnar upp fyri oljuvinnu um fá ár, og at tann fyrsta Lofoten-oljan kemur á marknaðin innan 20 ár. Tað sigur OLF-stjórin, Per Terje Vold, við Stavanger Aftenblad.

Hann væntar, at spurningurin um at loyva oljuvinnu í Lofoten og Vesterålen verður týðandi partur av valstríðnum upp undir stórtingsvalið í 2013. So ganga nøkur ár, til vinnan sleppur í gongd, men innan 2030 kemur olja úr Lofoten á marknaðin, sigur Per Terje Vold við blaðið.

OLF metir, at 3,4 milliardir tunnur av olju og gassi eru í Lofoten og Vesterålen. Fiskivinnan er ímóti oljuvinnu har, tí leiðirnar eru so týðandi fiskileiðir.