Oljan frá Clair til Sullom Voe

Avgjørt er at leggja oljuleiðing frá risastóra Clairfeltinum til Hetlands. Hetta kann fáa týdning fyri møguliga føroyska olju. Hetlendingar síggja hetta nevniliga sum ein møguleika at fáa ?føroysku? oljuna til Sullom Voe

Oljumenning á Atlantsmótinum

Nakað norðan fyri Orknoyggjar liggur ein annar oyggjabólkur, Hetland. Í oljuhøpi eyðkennir tað hesar báðar oyggjarbólkarnar, at her finnast tvær risastórar oljuhavnir, terminalir. Olja frá bretsku keldunum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum verður við skipum og oljuleiðingum flutt til lands, á Orknoyggjum til Flotta og í Hetlandi til Sullom Voe.

Tað er ikki so langt síðani, at lagnan hjá báðum hesum oljuhavnum og hekk í einum klønum tráð. Væntandi oljufund gjørdu, at áhugin fyri at brúka terminalarnar minkaði. Men so skuldi alt brádliga fáa eina aðra vend. Nýggj oljufund og betri tøkni til at kunna fáa meira burtur úr verandi goymslum hava givið bæði hetlendingum og orknoyingum nýggjar vónir.

Herfyri varð ein gassleiðing løgd frá Foinaven og Schiehallion feltunum til Sullom Voe í Hetlandi og víðari til Magnus-oljufeltið norðaliga í Norðsjónum. Hetta eru fyrsta royndin við infrastrukturi á Atlantsmótinum. Gass verður flutt til lands og víðari til Magnus, har tað verður sprænt niður í undirgrundina, fyri at økja um trýstið. Harvið fæst meira olja upp úr goymslunum. Henda gassleiðing kann hugsast at fáa týdning fyri møgulig gassfund í føroyskum øki.

Olja frá Clair
Tann stórsta hendingin í frálandavinnuni á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland í mong ár er annars avgerðin at gera milliardaíløgur í at fara undir framleiðslu frá risaastóra oljufeltinum Clair, ið varð funnið fyri 25 árum síðani. Ikki fyrr enn í dag er tøknin so mikið útviklað, at tað er vorðið lønandi at taka tungu oljuna upp. Nú er so avgjørt at leggja eina oljuleiðing á havbotnin til Sullom Voe í Hetlandi. Hetta hevur skapt nýtt bjartskygni í Hetlandi, sum frammanundan tekur ímóti oljuni frá Schiehallion feltinum við føroyska markið.

Hetlendingar eru sera fegnir um avgerðina at leggja eina leiðing heldur enn at flyta oljuna til lands við skipum. Hetta minkar munandi um vandan fyri dálking. Oljuleiðingin verður 75 kilometrar long. Hon fer fyri ein part at liggja við síðuna av oljuleiðingini frá Foinaven og Schiehallion.

Roknað verður við at fyrsta oljan frá Clairfeltinum kemur í land í 2004 ella so. Við hesi gongdini roknar stjórin á Sullom Voe, Poul Diamond við, at livitíðin hjá oljuhavnini verður longd við 25 árum aftrat. Clairfeltið er nevniliga størsta oljufeltið á bretska landgrunninum. Tað er bert ein lítil partur tí, sum hol verður sett á nú. Seinni verður farið undir at framleiða frá øðrum pørtum av Clair. Feløgini, sum eiga lut í Clairfeltinum, eru øll kenningar frá føroyska økinum: BP, Conoco, Chevron, Texaco, Enterprise og Amerada Hess.

Týdning fyri føroyska olju
Í Hetlandi er góður hýrur, nú avgjørt er at leggja oljuleiðing frá Clair til Sullom Voe. Við at leggja eina oljuleiðing av økinum vestan fyri Hetland til lands meta eygleiðarar tað eisini meira sannlíkt, at olja frá føroyskum øki kann verða flutt til Sullom Voe. Hetta er annars eitt av ynskjunum hjá hetlensku myndugleikunum verður olja funnin í føroyskum øki. Teir halda tað vera lagaligari, bíligari og betri hjá føroyingum at flyta oljuna til Hetlands til verandi oljuhavn enn at skula byggja oljuterminalar í Føroyum. Tome Stove, løgmaður í Hetlandi sigur við The Shetland Times, at tíðinini um oljuleiðing frá Clair koma sera væl við. Hetta fer at økja um oljuøldina í oyggjunum við nógvum árum. Eisini umboð fyri umhvørvismyndugleikar fegnast, tí hetta er ein nógv tryggari flutningur enn at flyta oljuna við skipi sum nú.

Men tað eru so sanniliga ikki bara orknoyingar og hetlendingar, sum fegnast í hesum døgum. Eisini inni á skotska meginlandinum er frøðin stór, eftir at kanadiska oljufelagið PanCanadian hevur gjørt eitt risastórt oljufund, Buzzard, stutt frá Peterhead. Fundið hevur kveikt nýtt lív í vónirnar hjá túsundtals arbeiðsfólki í oljuvinnuni, tí nýggja fundið kemur at skapa nógv arbeiði í landi. Í dag eru meria enn 100.000 skotar við í oljuvinnuni so ella so. Buzzardfeltið fer at varðveita mong arbeiðspláss og skapa nýggj eisini. Leiðarin í býráðnum í Aberdeen, Len Ironside sigur við The Press and Journal, at hetta fundið ger, at Aberdeen framhaldandi vil vera leiðandi oljubýurin í Europa.

Spurt kann nú verða, hvønn áhuga og týdning hendingarnar í grannlagnum kunnu hava fyri føroyingar. Tað er greitt, at nú vit eru nærri eini oljuvinnu enn nakrantíð, so vilja hendingar av hesum slag eisini fáa týdning fyri okkum. Eitt nú kunnu oljuleiðingar vestan fyri Hetland fáa alstóran týdning fyri komandi fund á føroyskum øki. Og hvør veit, oljuterminalar í Hetlandi og Orknoyggjum kunnu eisini ein dag hava týdning fyri okkum. Alt hetta ger so eisini, at vinnan í Føroyum, sum roynir at fáa atgongd til á oljuøkið, kann knýta samstarv við fyritøkur í Skotlandi, bæði tá talan er um tilgongdina á føroyskum og á bretskum øki.