Oljuprísurin í Evropa er lækkaður 10 prosent í dag

Óttin fyri alheims búskaparligari viknan ávirkar nú oljupsírin, sum í dag er lækkaður.

 

Prísurin á eini tunnu av amerikonsku tilvísingaroljuni, WTI, fall í dag við níggju prosentum til undir 100 dollarar fyri tunnuna. Tað svarar til umleið 745 krónur.

Tað er fyrstu ferð síðani 11. mai, at prísurin á undir tað støði, sum verður mett sum eitt psykologiskt tilvísingarpunkt.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Ein tunna av evropisku Brent oljuni fall við tíggju prosentum til 102 dollarar fyri tunnuna. Tað hendir eftir tvær vikur við stórum sveiggjum í prísunum.

 

Brent er leiðani alheims prísstøðið fyri ráolju úr Atlantshavinum, sum verður nýtt til prísáseting.

 

Oljuprísurin fellur vegna vaksandi óttan fyri alheims búskaparligari viknan. Óttin er, at tað fer at merkja, at tað í minni mun verður ráð at keypa olju.

Oljuhandlarnir stúra fyri stórum vøkstri í kostnaði fyri at læna pengar í USA.

Tað er tí, at amerikanski miðbankin, Federal Reserve, er farin at hækka renturnar fyri at køla inflatiónina.

Í Føroyum er prísurin á gassolju 45,8 prosent hægri enn hann var 24. februar, tá Russlandi gjørdi innrás í Ukraina. 

/ritzau/