Oljuvinna má lagast til restina av føroyska samfelagnum

-Tað er av stórum týdningi, at virksemi frá eini oljuleiting verður í Føroyum. Tað er tí umráðandi at vit arbeiða saman, soleiðis at vit kunnu vera kappingarførir og bjóða ta tænastu, sum oljufeløgini ynskja.

Suni á Dalbø hevur seinastu sjey mánaðirnar verið ráðgevi hjá kommununum í Vágum og á sunnari helvt av Suðuroynni í sambandi við eina komandi frálandavinnu.

Hesa tíðina hevur hann ferðast víða og vitjað feløg, stovnar og myndugleikar fyri harvið at fáa eina greiða hóming av, hvussu frálandavinnan virkar og her serliga við atliti til virksemi í teimum einstøku kommununum.

Suni á Dalbø sigur við Sosialin, at hetta hevur verið sera áhugavert arbeiði og hevur hann ikki fingið so lítið burtur úr heldur.

Henda tíðin hevur givið honum nógv nýtt at hugsa um, og nú um dagarnar almannakunngjørdi hann eitt uppskot, sum er sprottið burtur úr arbeiðinum hesar seinastu mánaðirnar.


Samtak

Tað snýr seg í stuttum um at stovna eitt samtak, har ávísar kommunur kring landið eru umboðaðar. Endamálið er at tryggja, at føroysk luttøka í eini komandi oljuvinnu (leitingarfasu) kann veita eina kappingarføra tænastu á altjóða støði. Hetta skal so vera til gagns fyri føroyskan ídnað og eina komandi føroyska oljuvinnu sum heild.

Endamálið við hesum samtaki, sum skal hava heitið ?Samtakið Føroyskar Ídnaðar Havnir³ ella ?Faroe Islands Harbour Trust³ er so eisini at tryggja, at eitt komandi oljuvirksemi kemur so nógvum og fjølbroyttum økjum av føroyska samfelagnum til góðar sum gjørligt og at tryggja, at avgerandi partur av eini føroyskari luttøku byggir á demokratiskar og fíggjarliga burðardyggar ?konseptir³ soleiðis sum upphavsmaðurin Suni á Dalbø málber seg.

Hann er sjálvandi varugur við, at tað er ikki sørt av eini sjálvmótsøkn í hesi ætlan, verður hugsað um arbeiði hansara sum ráðgevi fyri eitt ávíst avmarkað kommunuøki.

Sum ráðgevi fyri Suður-Vestur Samtakið hevur tað verið uppgáva hansara at finna fram til, hvussu kommunurnar í hesum økinum kunnu fáa sum mest burtur úr einum komandi oljuútviklingi.

Hetta er framvegis setningurin men soleiðis sum tingini hava útviklað seg, so stendur tað í dag púra greitt fyri Suna á Dalbø, at vit føroyingar eru noyddir til at broyta hugburð og leita nýggjar leiðir, skulu vit fáa nakað munandi og gott burtur úr tí virksemi, sum verður í kjalarvørrinum á eini komandi oljuleiting við Føroyar.

Í staðin fyri bara at hyggja eftir, hvussu eitt ávíst øki í landinum, kann brynja seg út og fáa sum mest burtur úr, so er neyðugt at hyggja meira breitt og savnandi: tvs. at gera sær eina ætlan um, hvussu kommurnar kring landið í felag kunnu virka fyri, at føroyska samfelagið í síni heild fær sum mest burtur úr.

Undir vitjanum sínum í øðrum londum, har tey hava havt oljuvirksemi í mong ár, hevur Suni á Dalbø fingið eyguni upp fyri tí veruleika, sum har ræður og sum hann nú heldur allir føroyingar eiga at fáa eyguni upp fyri, um vit ætla okkum ein útvikling, sum kann vera til gagn fyri hetta lítla samfelagið.



Samarbeiði er lyklaorðið

Og lyklaorðið her er samarbeiði.

Longu frá byrjan av rendi Suni á Dalbø seg inn í júst henda trupulleikan: at tað er so torført at samarbeiða í Føroyum. Hóast grundleggjandi filosofiin aftanfyri ráðgevaraarbeiði hansara fyri Suður-Vestursamtakið var nettup at fáa kommunurnar í tveimum oyggjum at standa saman, so vísti tað seg longu tá, at hetta var ikki møguligt. Tað var nevniliga ikki møguligt at fáa Tvøroyri við í tað fyrireikandi arbeiði, sum hann tá fór undir.

Í dag stendur tað enn meira klárt fyri Suna á Dalbø, hvussu týdningarmikið og altavgerandi tað er - skulu vit fáa nakað burtur úr oljuvirkseminum - at vit arbeiða saman heldur enn at mótarbeiða hvørjum øðrum.

Tað er sjálvandi sunt við kapping, men tá talan er um eina risastóra oljuvinnu, so er neyðugt at seta seg niður saman og leggja saman ráð um, hvørjir møguleikarnir eru og hvat vit vilja - ikki bara hvør einstøk kommuna - men alt samfelagið sum heild.

Burtur úr hesum er hann so komin til hugskotið at stovnseta eitt samtak, sum reint politiskt kann samanberast við ein demokratiskan interkommunalan felagsskap.

Tað, sum hetta í fyrsta lagi snýr seg um, er at samskipa alt, ið hevur við veiting (Supply) at gera. Ein útgerðar- og veitingarhavn er tað sentala í hesum men tað hevur so eisini bindilið til virki og feløg kring alt landið.


Ein útgerðarhavn nóg mikið

Nú í eina tíð hevur verið tosað alment um, hvussu nógvar útgerðarhavnir Føroyar skulu hava at veita tænastu til eina komandi oljuleiting og seinni framleiðslu. Og tað hevur verið tosað um, hvar henda ella hesar skulu vera.

Tað er eingin loyna, at nógvar av teimum stóru kommununum í landinum hvør í sínum lag, hava arbeitt og arbeiða miðvíst við ætlanum, sum skulu síggja til, at útgerðarhavnin fer at liggja júst í teirra kommunu.

Vit hava so hoyrt um royndirnar í øðrum londum, og tað seinasta, ið er komið fram, eru úttalilsi frá norðmonnum, sum hava drúgvar royndir á økinum, ið mest sum øll benda á tað sama: at tað er bert brúk fyri eini útgerðarhavn í Føroyum.

Hetta er eisini nakað, sum Suni á Dalbø hevur hoyrt, og við tí vitan hann hevur fingið á sínum kunnungarferðum í útlandinum, er hann eisini greiður yvir, at hetta verður leiðin at ganga.

Og tað er so eisini júst út frá hesi sannroynd, at hann vil hava føroyingar og kommunurnar at fáa ein dialog í gongd, sum í síðsta enda kann hava við sær, at vit - ístaðin fyri at fara í eitt niðurbrótandi stríð móti hvørjum øðrum - so heldur í felag semjast um, hvar besta plássið í landinum er til eina útgerðarhavn.

-Tað ringasta, sum kann henda fyri okkum øll, er, um vit nú fara at brúka orku og kreftir til at draga hvør sína línu, og tá so avgerðin fellur um, hvar henda havnin skal vera, tá liggja vit sundurskræddir og øll í øðini inn á hvør annan. Vit mugu koma á mál gjøgnum eina demokratiska prosess, har avgerðin kann verða tikin í sátt og semju. At fyrireika seg til eina oljuvinnu í Føroyum, har vit longu frá byrjan sláa hvønn annan í høvdið, ber ikki góð boð til framtíðina.


Ein savnandi myndugleiki

Suni á Dalbø heldur tað vera sera óheppið, um vit mótvegis oljufeløgini ikki standa saman. Tað er so eisini umráðandi longu nú alment at seta hol á dialogin um, hvar ein slík útgerðarhavn skal liggja, soleiðis at vit kunnu fara undir fyrireikingarnar.

-Skulu vit fáa bygt upp eina kappingarføra tænastu á altjóða støði, so mugu vit fara í gongd nú. Og her hevði verið gott, um oljufeløgini vistu, at tað var ein myndugleiki, sum tey kunnu venda sær til longu nú heldur enn at skula standa spyrjandi um, hvat økið í landinum nú skal hava henda myndugleikan.

Suni á Dalbø vísir á, at oljufeløgini eru sinnað til at vera við til at fíggja eina veitingarhavn - og ístaðin fyri nú at fara at keglast um, hvar hon skal liggja, eiga vit at savna allar góðar keftir við tí fyri eygað at byggja upp sjálvt grundarlagið fyri at fáa hesar tænastur at liggja í Føroyum heldur enn í Skotlandi ella í Noregi.

-Vit kunnu ikki bara krevja, at øll tænasta skal verða veitt úr føroyskari havn, um vit ikki samtíðis gera okkum út til at vera kappingarførar.

Talan er um einar 6 til 8 havnir í Føroyum, sum kunnu liva upp til tey krøv, ið oljufeløgini seta til eina útgerðarhavn.

Suni á Dalbø vísir annars á, at umframt eina høvuðs útgerðarhavn, so fer tað sjálvandi eisini at vera nakað av virksemi í øðrum havnum. Verður t.d. skotið seismikkur vestan fyri Vágoynna, so er kanska best at fara til Sørvágs eftir vatni o.ø. heldur enn at skula fara til Havnar ella aðrastaðni.

-Men sjálvandi verður tað ein útgerðarhavn, sum skal kunna nøkta mest sum øll krøv. Tað ber tí ikki til, at vit gera íløgur á hvørjum tanga eins og gjørt var í flakavirkistíðini. Høvuðsveitingarhavnin má hava allar teir fasilitetir, sum krøv verða sett til í eini altjóða veitingarhavn.


Politiska skipanin ikki búgvin at taka avgerð

Uppá fyrispurning um vit ikki bara kunnu síggja í eyguni longu nú, at tað verður bert ein slík havn og so gera av, hvat hon skal liggja sigur Suni á Dalbø, at hetta er nettup trupulleikin.

-Tað er ein stórur spurningur, um politikararnir tora at taka hetta málið upp. Tú fær neyvan ein mann á tingi til at siga, hvar hon skal vera, tí málið er so eldfimt. Tú fær t.d. heldur ikki vágbingar at taka undir við, at hon skal liggja á Tvøroyri ella havnamenn samdar um, at hon skal vera á Skálafjørðinum ella í Klaksvík fyri bert at taka nøkur dømi.

-Henda ætlanin, sum her er ávíst, hálar tey økini, sum kunnu koma uppá tal, úr lottaríinum og inn á samráðingarborðið. Verður hetta samtakið veruleiki, so vil tað vera ein náttúrligur partur í samráðingum við oljufeløgini og við Føroya Landsstýrið um, hvussu vit skipa hesi viðurskifti - væl áðrenn sjálv leitingin av álvara fer í gongd og harvið hevur brúk fyri eini útgerðarhavn.

Suni á Dalbø heldur, at eitt slíkt demokratiskt forum sum eitt slíkt samtak alt annað líka vil verða, fer at verða eitt betur grundarlag, enn at ein bráddliga í einum politiskum rossahandli finnur fram til, at t.d. klaksvíkingar skulu hava havnina fyri bert at nevna eitt dømi.

-Eg haldi annars eisini, at sjálv gongdin - tvs. hvar feløgini fara at leita - skal vera við at avgera, hvar útgerðarhavnin kemur at liggja. Tað kann t.d. ikki verða rætt at leggja hana í Sørvági, um tað vísir seg, at alt virksemi verður sentrerað kring Borðoynna.

Suni á Dalbø leggur upp til, at tað komandi summar liggur eitt liðugt skræddaraseymað uppskot, sum kommurnar kunnu taka støðu til.

-Fer hetta so í gongd, so vil nevndin fyri hetta samtakið verða tann triði parturin, sum skal inn í samráðinganar við oljufeløg og landsmyndugleikar um, hvar hon skal liggja. Tá verða tað ymisk viðurskifti, sum koma inn í myndina, hvat tú velur. Tað verður so bara ein slík havn, men tað verða so aðrar kommunur, sum fara at fáa aðrar fasilitetir, sum hava við oljuvinnu at gera.


Ikki altavgerandi hvar havnin liggur

Suni á Dalbø heldur tað vera sera avgerandi, at vit sjálvi finna fram til, hvat pláss skal brúkast til útgerðarhavn. -Tað eru ikki vit, sum skulu hóska til eina oljuvinnu, men tað er oljuvinnan, sum skal hóska til okkum.

Hann vísir annars á, at fyri oljufeløgini er tað ikki so avgerandi, hvar henda havnin liggur. Tað, sum er mest avgerandi fyri tey, er at hava ein samráðingarpartnara - eina identifiseraða eind, sum feløgini kunnu tosa við. Tá er tað upp til okkum, hvussu vit prioritera. Sjálvandi vilja oljufeløgini hava, at infrastrukturur o.a. er so góður sum møguligt, men í síðsta enda verður tað okkara val, hvar henda útgerðarhavnin skal liggja.

Suni á Dalbø sigur, at ein orsøkin til at tað er umráðandi, at vit føroyingar seta okkum saman at tosa um hesi tingini, áðrenn vit hava tikið avgerð um, hvar útgerðarhavnin skal liggja, er tann, at nógvir av spurningunum kunnu væl koma uppá pláss, áðrenn vit vita, hvar havnin skal vera.

Suni á Dalbø heldur, at finna føroysku kommunurnar ikki saman eitt nú í einum slíkum samtaki, sum skotið er upp, so koma vit í eina interna kappingarstøðu ístaðin fyri eina eksterna.

-Men tá ein veit, hvussu stór ósemja er í landinum er tað ikki at vera ov góðtrúgvin at halda, at kommunurnar uttan víðari fara at siga ja til hetta uppskotið?

-Eg havi havt følarar úti og kann siga, at tað er principiellur áhugi fyri hesum. Men eg kann bert siga, at blíva vit ikki samdir, áðrenn eitt av økjunum luktar blóð, so kunnu vit gloyma tað. Tí má hetta koma í gongd nú og fyriliggja sum uppskot um ikki so langa tíð - ella kann hetta bara gloymast. Tú fær ikki lokalpolitikarar at skilja, at tað kann vera ein trupulleiki at útvega pengar til hetta.

Hann vísir á, at í Fjordbase í Noregi vórðu 90% fíggjað av oljufeløgunum. Men treytin fyri at hetta kann virka er, at tú kanst veita eina kappingarføra tænastu.

Suni á Dalbø heldur tað vera avgerandi, at kunna skapa nakrar mekanismur, sum kunnu fáa pengar burtur úr útviklinginum og sum kunnu hava eftirlit við gongdini. -Fær tú ikki okkurt skipandi forum sum buffara, so eri eg vísir í, at tað lokalsamfelagið, sum hevur fingið virksemi í eini fimm ár, og hetta bráddliga steðgar, tað fær tey størstu problemini.

Suni á Dalbø sigur, at tað er sera týdningarmikið fyri restina av landinum, at avgerðin um, hvar útgerðarhavnin skal vera, byggir á eitt sakligt orðaskifti.

-Vit mugu forða fyri, at umhvørvið í hesum landi verður forpestað soleiðis, at okkara børn, antin tey búgva í Havn ella úti um landi, skulu liva við eini kenslu, sum sigur, at Havnin vann í einum politiskum rossahandli ella vann í Gekkaspælinum.

-Sosialpsykologiskt er tað av avgerandi týdningi, at hetta er ein avgerð, sum er tikin á sakligum grundarlag.

Ein útgerðarhavn má nevniliga gerast partur av einum ella øðrum vinnustrukturi, sum ein hevur hugsað sær Føroyar skulu byggja á.

Vit mugu hugsa okkum til, hvussu vit vilja hava Føroyar at virka í framtíðini. Tað skal útgerðarhavnin vera ein náttúrligur partur av.

Vilja vit hava fólk búgvandi á hesum oyggjum, so má tað vera ein orsøk fyri at vera har. Tað ber ikki til at hava alt virksemi í Havn og rokna við, at tvøramenn t.d. eru fegnir um at búgva á Tvøroyri uttan at hava nakað at gera. Tað er neyðugt í sambandi við oljuvinnu at fremja eina ella aðra landsplanlegging, sum hevur við sær, at tað kann vera liviligt so nógva staðni sum til ber í hesum landi. Tvs. at leggur tú t.d. eina útgerðarhavn, har tað longu er nógv virksemi frammanundan, so mást tú tilrættaleggja so, at annað virksemi verður aðrastaðni.


Laga oljuvinnu til restina av samfelagnum

Við hesum vil Sune á Dalbø hava føroyingar at innsíggja, hvussu týðandi tað er nettup á gáttini til eina oljuøld, at vit laga hesa nýggju vinnu til tað virksemi, sum er í samfelagnum annars, soleiðis at bæði tað vit hava og tað, sum kemur kunnu vera við til at menna samfelagið á einum tryggum og sunnum grundarlag. Tað er ikki bara at geva grønt ljós fyri eini oljuvinnu og lata til standa. Av tí at samfelagið er so lítið kann nýggja vinnan fullkomiliga koma at avlaga tað. Tí ræður um at fáa tað besta burtur úr, og tað fæst við tilrættalegging, samarbeiði og stýring.