Tann dýrasti er ein 100-krónuseðil frá 1940, sum var prentaður undir seinna heimsbardaga í Onglandi. Hesin seðilin er ógvuliga sjáldsamur at fáa fatur á, men serligt er við honum, at hann ikki hevur verið í umfari og tískil í framúr góðum standi.
##med2##
##med3##
Standurin á pengaseðlum verður mett út frá einum metingarstigi, ið byrjar við 0, 01, 1+, 1, 1-, 2 og endar við 3. Hesin pengaseðilin er sostatt mettur at vera 0, sum merkir, at hann ósirkuleraður og í perfektum standi uttan nakað tekin um slit, og teir eru ringir at fáa hendur á í hesum standi, og tískil er hann eisini virðismettur til 80.000 kr.
##med4##
##med5##
Eisini er ein danskur 50-krónuseðil, sum er stemplaður við “kun gyldig på Færøerne”, ið var yvirstemplaður í juni í 1940, eftir at týskarnir herstóku Danmark. Hesir eru ei heldur ofta at síggja til sølu, og hann er virðismettur til 60.000kr.
##med6##
##med7##
Ein serligur 10-krónuseðil, sum eisini stavast frá krígnum, er eisini til sølu. Hesin var prentaður á prentsmiðjuni í Gamla Bókahandli, og tað var listamálarin, Jákup Zahle, ið teknaði hann, og Stig Rasmussen skar linolium til hann. Hesin er í góðum standi (millum 0 og 01), og hann er mettur til 12.000 kr
Uppboðssøla sæst her: bruun-rasmussen.dk/m/auctions/1007696