Hvat bilmerki koyrir tú?
- Eg koyri ein Rav 4 Hybrid og Nissan Navara.
Tað sigur borgarstjórin í Sumbiar kommunu, Eyðbjørn Thomsen.
Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil?
- Bilarnir eru bensin/ hybrid og diesel.
Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur?
- Havi ongar ætlanir um tað.
Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar?
- Helst gott hjá onkrum, heldur Eyðbjørn Thomsen fyri.
Í VikuskiftisSosialinum herfyri var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.