Ongar oyggjaleikir í 2021

Á árliga aðalfundinum hjá IIGA, oyggjaleikafelagsskapinum, bleiv boðað frá, at tað verða ongar oyggjaleikir í 2021

Á facebook-vanganum hjá IIGA, International Island Games Association, stendur at lesa, at á aðalfundinum í dag boðaði formaðurin, Jørgen Pettersson, frá, at tað vera ongar oyggjaleikir á Guernsey í 2021. 

Orsøkin er sjálvsagt korona, og hjá IIGA siga tey seg vóna, at leikirnar vera fyribils útsettar, til umstøðurnar vónandi loyva, at man kann hava leikirnar aftur.