Ætlanin var, at samgongusamráðingarnar millum ABC-flokkarnar skuldu halda fram í morgun, men í løtuni eru ongar samráðingar Samráðingarnar millum ABC-flokkarnar eru steðgaðar í morgun. Ætlanin var, at flokkarnir skuldu hittast aftur í morgun, men teir tríggir flokkarnir ganga í hvør sínum lagi.
Sambandsflokkurin er farin á fund fyri seg sjálvan, og í Fólkaflokkinum er ósemja um kósina, og Poul Michelsen hevur alment mælt til, at Fólkaflokkurin fer at royna aðra samgongu enn hana við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Sambært Rás 2 royndi eisini Javnaðarflokkurin at fáa greiði á støðuni og síðani hava javnaðarfólk og fólkafloksfólk siti á fundi um støðuna.
Rás 2 fylgir gongdini, og meira verður at frætta um støðuna í tíðindunum á middegi.