Seinastu tíðina er so lítið- selt um almennu telefon - uppboðssøluna, at hon er mestsum dottin niðurfyri.
Hon hevur havt so lítið at gjørt í seinastuni, at fyrst í desember mánaða var stjórin á Lønjavningargrunninum í Tinganesi og bað Landsstýrið taka hana av.
Orsøkin er at finna í kunngerðini, sum í heyst varð gjørd fyri at forða útflutninginum av óvirkaðum fiski.
Eftir kunngerðini skal útflytari prógva, at fiskur, sum fer óvirkaðan av landinum, er keyptur á uppboðssølu, har ið fleiri høvdu møguleika at leypa partar av lastini.
Og táið almenna uppboðssølan bara selur heilar lastir, forbjóðar tað seg sjálvt hjá keyparum, sum selja óvirkað av landinum, at keypa haðani, tí tá kunnu teir ikki prógva, at fiskurin er seldur á uppboðið, har ið fleiri høvdu møguleika at keypa partar av lastini.
Hetta hevur gjørt, at almenna uppboðssølan er mestsum dottin niðurfyri, tí so nógvir fiskakeyparar eru givnir at handla har.
Stjórin á Lønjavningargrunninum var ikki sinnaður at umskipað almennu uppboðssøluna, so hon kundi selja í smáum, tí tað fór at krevja ov nógva umsiting.
Kári Hansen, sum selur nógv óvirkað av landinum, helt, at almenna uppboðssølan skuldi verið umskipað so at hon seldi lastina í smáum. Tann, sum so keypti tað slagið, skipið hevði mest av, skuldi átaka sær at landa, so at teir, sum keyptu hin fiskin, kundi koma hagar eftir honum.
Hann segði, at almenna uppboðssølan fær so mikið í ómaksgjaldi fyri at selja, at tað saktans hevði kunna lønt teimum fólkum, sum tann økta umsitingin kravdi, um hon varð umskipað, so hon kundi selja í smáum.
Hann helt, at tað var óheppið at sleppa almennu uppboðssøluni, tí so varð allur handil við fiski miðsavnaður á einari hond.
Kann selja í smáum
Men alt hetta skilir Bjarni Wilhelm ikki.
Hann hevur gott innlit í málið, tí hann var formaður í bólkinum, sum gjørdi tað arbeiðið, sum kunngerðin er bygd á, sum hevur til endamáls at forða fyri at ov nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum.
Hann sigur, at arbeiðsbólkurin fekk eina heilt greiða ábending frá vinnuni um, at hon vildi varðveita báðar uppboðssølurnar, og tað mælti arbeiðsbólkurin eisini Landsstýrinum til.
? Men tað er rætt, at almenna uppboðssølan, sum hon nú virkar, bara kann selja heilar lastir. Og tað er eisini rætt, at tað ber ikki longur til at selja heilar lastir av landinum, tí føroyskir fiskakeyparar skulu hava møguleika at bjóða uppá partar av lastini.
? Men tað er onki í vegin fyri at uppboðssølan hjá Lønjavningargrunninum bjóðar heilar lastir til føroyskan fiskakeypara.
?Ætlar hesin fiskakeyparin at selja ein part av lastini, ella alla lastina óvirkaða av landinum, kann hann ikki gera tað uttan víðari, tí tað forðar kunngerðin fyri, tí aðrir fiskakeyparar skulu hava møguleika at bjóða uppá partar av lastini
? Men tað er onki sum forðar fiskakeyparanum at bjóða lastina út aftur í pørtum á almennu uppboðssøluni.
? Trupulleikin við at bjóða eina skipslast tað eru ymisk fiskasløg, í ymsum støddum í lastini. Tí ber ikki til hjá skipinum at bjóða lastina út í smáum, sigur Bjarni Wilhelm. Men tað er einki í vegin fyri, at ein fiskakeypari keypir eina heila last, og bjóðar teir partar, ið hann ikki sjálvur brúkar í sínari framleiðslu útaftur á almennu uppboðssøluni. Hann sigur, at eitt høvuðsendamál við kunngerðini um at forða ov nógvum óvirkaðum fiski at fara av landinum er, at tað skal bera til hjá einum føroyskum fiskakeypara at fara undir eina ávísa framleiðslu, burturúr einari ávísari stødd av einum ávísum slagi. Men skal hann kunna tað, má hann hava støðuga atgongd til rávøruna.
? Og tað fær hann bara, um allur fiskur, sum er fiskaður undir Føroyum, verður boðin út í Føroyum eisini. Tvs, at ein føroyskur framleiðari fær altíð møguleikan at fáa fiskin í fríari kapping við aðrar framleiðarar og útflytarar.
Bjarni Wilhelm sigur, at áðrenn kunngerðin kom í gildi, varð nógvur fiskur ongantíð bjóðaður út í Føroyum. Av tí sama bleiv rávørutilgongdin so ójøvn og óviss, at ongin kundi leggja eina ávísa framleiðslu til rættis, tí hann visti ongantíð, nær hann fekk fisk.